Tíðindi
13.09.2018
Beint øvut tí, sum var ætlað, so er tað ikki fulltíðarlesnaður at lesa til lærara. Tá ið læraraútbúgvingin í Danmark var broytt í 2013, var dentur lagdur á, at útbúgvingin skuldi vera fulltíðarlesnaður, men nú vísir ein eftirmeting, at tey lesandi á landsins læraraskúlum í miðal bara brúka 25 tímar um vikuna til virksemi, sum hevur við lesnaðin at gera, og tá er undirvísing, fyrireiking og annað virksemi, sum hevur samband við útbúgvingina, íroknað. Tað er langt frá teimum 43 tímunum um vikuna, sum Útbúgvingar- og granskingarmálaráðið roknar fyri at vera fulltíðarlesnaður.
Endamálið við nýskipanini av læraraútbúgvingini í 2013 var at seta størri krøv til fakligheit og meiri hugsavnan í útbúgvingini. At endamálið við nýskipanini ikki er rokkið, órógvar ráðharran í útbúgving og gransking.
- Eg eri stúrin fyri fakligheitini og serliga fyri lestrarintensitetinum, sum er ov lágur. Lærarayrkið er eitt ógvuliga umráðandi arbeiði, og okkum tørvar lærarar, sum eru hugsavnaðir, eldhugaðir og fakliga væl skikkaðir, soleiðis at okkara børn fáa eina góða byrjan upp á lívið og hug at fara undir eina ungdómsútbúgving, sigur Tommy Ahlers.
Formaðurin í Danske Professionshøjskoler, Stefan Hermann, viðurkennir, at lestrarintensiteturin skal upp.
- Lestrarintensiteturin er øktur, men hann er ikki nóg høgur. Tað eru læraralesandi, sum ikki fáa nóg mikið av avbjóðingum; tað mugu vit gera ígjøgnum krøv, vit seta, ta mentanina vit skapa, teir tímarnar, vit lata, og ta vegleiðingina tey lesandi fáa, men tað er ikki ókeypis, sigur hann og sipar til, at ein loysn kundi verið meiri krevjandi próvtøkur og meiri samanhangandi tilgongdir.
Jenny Maria Jørgensen, forkvinna fyri tey læraralesandi, viðurkennir, at tey lesandi áttu at brúkt meiri tíð til fyrireiking, men hon vísir eisini á, at tørvur er á fleiri undirvísingartímum.
Tey lesandi á læraraútbúgvingini brúka í miðal 24,6 tímar um vikuna í alt til alt virksemið, sum hevur við lesnaðin at gera. Av hesum tímunum er í miðal 11 tímar virksemi, har tann lesandi tekur lut í fyrilestrum, floksundirvísing, vegleiðing, starvsvenjing við meiri. Sambært Útbúgvingar- og granskingarmálaráðnum svarar ein fulltíðarlestur til 43 tímar.
Kelda: skoleliv.dk
Savnsmynd