Tíðindi
14.09.2016
- Vit halda, at hetta er ein rættiliga góður máti at skipa ein so lítlan skúla uppá, sigur Eva úr Dímum.
Áðrenn skúlin í Stóru Dímun varð skipaður sum ein partur av Skúlanum á Fløtum í Havn, var skúlin skipaður sum ein útoyggjaskúli við einalæraraskipan.
- Tað var altíð øgiligur spenningur í luftini, hvønn lærara, vit í Dímun fóru at fáa. Nú, vit eru skipað í eina størri eind, hava vit fult álit á, at tann stóri skúlin veitir okkum góðan lærara. Nú nýtist okkum ikki at hugsa um tað.
Tey, foreldrini, halda hesa nýggju skipanini, vera heilt einastandandi. Tey vita, at Beinta Hjelm, sum nú er lærari í Dímun, hevur bara verið har í oynni, síðan hetta skúlaárið, 2016/17, byrjaði, sambært sær sjálvari elskar at vera lærari í Dímun og at búgva har.
Eva og Jógvan Jón halda, at henda stutta tíðin, sum er farin, síðan hon byrjaði í starvinum sum lærari í oynni, hevur verið ótrúliga góð.
Tey læraralærdu bóndahjúnini eru í Havn saman við børnum sínum tað, sum eitur seks vikur um árið. Hesar seks vikurnar royna foreldrini at fordeila so javnt sum til ber yvir alt skúlaárið. Yvirhøvur hava tey fingið ta fyrstu skúlavikuna í Havn. Tey eru í Havn, tá royndir eru í Skúlanum á Fløtum, og jólavikuna eru tey eisini í Havn, her børnini fáa alla stákanina við. Tey býta eisini vikurnar til føstulávintavikuna, páskir, royndarviku og tíðina beint fyri summarferiuna.
Sostatt er lærarin ikki alt skúlaárið í Dímun, men annars eru altíð fólk her, tí tey hava neyt – eina mjólkkúgv og drápsneyt – ið skulu ambætast og onnur húsdjór, eitt nú sjey ektaðar, góðar seyðahundar.
Tú kundi havt hug at spurt, hvussu er við elektrisiteti og alneti.
Jú, SEV veitir oynni streym við einum el-aggregati og eini álítandi battarískipan. Alnetssambandið er rímiliga breitt, siga tey. Og tað kann bara vera gott, tí børnini eru partur av skipanini, "Litir í leiki", ið byrjaði sum ein royndarverkætlan hjá Tórshavnar Kommunuskúla í 2013.
Verkætlanin er eitt samstarv millum Musikkskúlan og Tórshavnar Kommunuskúla, sum nú er partur av Skúlanum á Fløtum.
Endamálið við verkætlanini er at bjóða eitt skúlatilboð, her ljóðføris- og tónleikaundirvísing í víðastu merking eru sameind við vanligu frálæruna í fólkaskúlanum og soleiðis verður dagligur partur av skúladegnum hjá næmingunum fyrstu skúlaárini. Børnini í Dímun fáa beinleiðis tónleikaundirvísing um netið.
Í so máta er alnetið ótrúliga hent. Børnini í Dímun fylgja tónleikaflokkunum í Havn. Tey eru til roynd og verða testað í allar endar og kantar, sum Eva sigur.
- Tey eru væl við, heilt væl við, sigur Eva úr Dímun, sum leggur dent á, at foreldrini eru sum kravt við í musikkundirvísingini.
Og tað dámar Evu sera væl.
- Vit at brúka hesar hentleikar
Myndin: Búnaðarstevnan 2015
Tey læraralærdu bóndahjúnini í Stóru Dímun, Jógvan Jón og Eva úr Dímun halda, at skipanin við, at skúlin í Dímum er partur av Skúlanum á Fløtum í Havn er ein rættiliga góður máti at skipa ein so lítlan skúla uppá
Tekstur: Sonne Smith