Tíðindi
12.01.2018
Saman við 20 øðrum fakfeløgum handaði Føroya Lærarafelag verkfalsfráboðana niðanfyri í fíggjarmálaráðnum á middegi í dag.
Við hesum verður boðað frá, at sáttmálasettu limir Føroya Lærarafelags fara í samhugaverkfall við Føroya Pedagogfelag frá mánadegnum 15. januar 2018 kl. 7.00 til týsdagin 16. januar 2018 kl. 7.00.
Verkfallið er galdandi fyri limir, sum starvast í fólkaskúlanum.
Verkfallið umfatar ikki tænastumenn, skúlastjórar, varaskúlastjórar, fyrstilærarar og lærarar í forskúlum.
Føroya Lærarafelag
Vinarliga
v/ Føroya Lærarafelag
Herálvur Jacobsen, formaður
Tlf.: 23 57 68