Tíðindi

Lærarafelagið á ferð kring landið

Í hesum døgum er nevndin í Føroya Lærarafelag á ferð kring landið á økisfundum

18.03.2022

Økisfundir hava verið í Sandoynni, Vágum, Runavík, Eiði og Suðuroynni. Mánadagin er økisfundur í Klaksvík og hósdagin í Havn, har lærarar stevna í høllina í Læraraskúlanum. Á fundunum tekur nevndin og løgfrøðingurin í Lærarafelagnum lut saman við umboði fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags og Betri Pensjón; lærarar hava sína samlagstrygging og pensjón í Betri Pensjón. Lagt er annars upp til, at lærarar umrøða og viðgera viðurskifti, sum hava við yrkið og arbeiðsviðurskifti at gera. Lærarafelagið hevur framløgu um arbeiðstíðina hjá lærarum og ymisk viðurskifti í tí sambandi umframt lokaupphæddina. Umboð fyri Bókadeildina greiðir frá útgávuvirkseminum hjá forlagnum, ikki minst frá verkætlanini Føroyar lesa og barnabløðunum, sum frá hesum skúlaárinum verða borin øllum børnum frá forskúla til 7. flokk; tað eru Uttanríkis og Mentamálaráðið og kommunurnar, sum rinda fyri, at børnini í skúlanum nú fáa hvør sítt barnablað. Umboð fyri Betri Pensjón greiða frá ymiskum í sambandi við samlagstryggingina og pensjónsviðurskiftunum hjá limunum hjá felagnum, millum annað, hvussu pensjónsuppsparingin verður røkt, og hvørji útlitini eru fyri eftirløn, tá lærarin nærkast pensjónsaldri.  

Undirtøkan á økisfundunum hevur sum heild verið góð.

- Vit hava verið væl móttikin, og tað er gott at síggja limirnar aftur úti í økinum. Rundferðin var fyrst ætlað at verða á heysti í 2020, men korona spenti bein fyri hesum, tí er tað serliga gott at hitta limirnar aftur eftir so langa tíð.

Ætlanin hjá nevndini er at hitta limirnar á økisfundum annaðhvørt ár. Spurningarnir, sum flestu lærarar hava til nevndina í felagnum, snúgva seg um trongar umstøður hjá lærarum, serliga hjá flokslæraranum í yngstu flokkunum, og hvat verður gjørt við hetta.

- Tað er eingin ivi um, at tað, sum brennir mest á, er uppgávan og ábyrgdin, sum flokslærarar hava; teir hava alt ov stutta tíð til  at røkja flokslærarauppgávuna til fulnar. Lærarar eru ógvuliga sperdir av uppgávuni, sum bara veksur; flokslærarin hevur ikki tíð til at seta seg at práta við ein næming, sum er keddur, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni