Tíðindi
26.10.2022
At koma í samband við læraralesandi, meðan tey eru undir útbúgving til lærara, hevur nevndin í Føroya Lærarafelag altíð raðfest høgt. Í morgun vóru formaðurin og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag á vitjan á Frælsinum, har teir komu á tal við tey lesandi, sum eru á fyrsta ári.
Endamálið við vitjanini er bæði at kunna um Lærarafelagið, hvussu tú gerst limur í felagnum, og hvat limaskapurin hevur við sær, at tosa um meiri yvirskipað evni, og at koma í samband við lesandi. Tey læraralesandi fáa eisini innlit í alt, sum felagið er partur av, viðtøkur fyri felagið, uppgávur, sum felagið hevur dagliga og breiðari enn tað, og hvussu lesandi og lærarar kunnu brúka felagið. Løn- og pensjónsviðurskifti og tryggingar vórðu eisini umrødd á vitjanini á Námsvísindadeildini. Tey lesandi hava vanliga nógvar viðkomandi spurningar at seta umboðunum fyri felagið.
Hvussu lestrartíðin er, hvussu tað er at vera lærari, og hvørjar avbjóðingar kunnu vera í starvinum, var sjálvsagt eisini á skránni. Kunnað var somuleiðis um Veðurlagsvirðislønina, sum Lærarafelagið tók stig til fyri meiri enn trimum árum síðan.
Greitt var eisini frá norðurlendska samstarvinum í NLS, sum Føroya Lærarafelag er partur av. Ein partur av NLS-samstarvinum er, at læraralesandi úr øllum Norðurlondum hittast á hvørjum ári. Í ár umboðaði Páll Magnus í Baianstovu Føroya Lærarafelag í NLS; fundurin hesaferð var í Danmark, har eitt evni á skránni var kvaliteturin á læraraútbúgvingini.