Tíðindi
25.03.2017
Á aðalfundinum skuldu tveir limir veljast; fyri vali stóðu Maria V. Hansen og Jákup av Skarði, Maria V. Hansen stillaði ikki uppaftur. Valevnini til báðar sessirnar vóru Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla, Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð, Carl Eli Samuelsen, lærari í Eysturskúlanum í Havn, og Rani A. Skaalum, lærari í Skúlanum á Løgmannabreyt. Tá ið avtornaði vóru Jona Højsted og Carl Eli Samuelsen vald við ávikavist 165 og 113 atkvøðum; Jákup av Skarði, sum fekk 92 atkvøður, og Rani A. Skaalum, sum fekk 38 atkvøður, eru ávikavist fyrsti og annar tiltakslimur.
Á skránni var eisini formansval, men av tí at eingin stillaði upp ímóti verandi formanni, er Herálvur Jacobsen afturvaldur; hann hevur sitið farnu 7 árini.
Nevndin er sostatt: Herálvur Jacobsen, formaður, Jacob Eli S. Olsen, Andrea á Rípuni, Jona Højsted og Carl Eli Samuelsen.
Aðalfundurin er í Skúlanum á Løgmannabreyt.
Myndatakari: Tórhallur Simonsen