Tíðindi

Lærarafelagið kærir Mentamálaráðið til umboðsmannin

Er tað rætt at siga leiðaranum í Hvalvíkar skúla úr starvi, áðrenn úrslitið av fólkaatkvøðuni um niðurlegging av skúlanum er greitt? Tað vil Føroya Lærarafelag hava Løgtingsins Umboðsmann at svara uppá.

21.01.2016

Í komandi viku verður fólkaatkvøða í Hvalvík og Hósvík, hvørt skúlarnir í bygdini skulu leggjast niður ella ikki. Hóast fólkið ikki hevur talað enn, eru skúlaleiðararnir í Hvalvíkar og Hósvíkar skúla sagdir úr starvi. Hetta metir Føroya Lærarafelag vera brot á reglur og siðvenju. Tí hevur felagið sent Løgtingsins Umboðsmanni klagu í gjár, har biðið verður um at gera greitt, hvørt Mentamálaráðið hevur loyvi til at siga leiðaranum úr starvi, áðrenn úrslitið av fólkaatkvøðuni er greitt.

Í klaguni sigur Føroya Lærarafelag, at møguligar uppsagnirnar eiga at bíða, til úrslitið av fólkaatkvøðunum er greitt. Somuleiðis heitir felagið á umboðsmannin um at taka støðu til, hvørjar avleiðingar eiga at verða av úrslitinum av fólkaatkvøðunum.

Sambært Lærarafelagnum merkir eitt nei til niðurlegging, at skúlarnir verða varðveittir við egnari leiðslu og skúlastýri. Verður skúlin lagdur undir aðra leiðslu, er tað at skilja sum at leggja skúlan niður.


Føroya Lærarafelag gjørdi longu í fjør heyst Mentamálaráðnum greitt, at tað er ikki rætt at siga skúlaleiðarunum úr starvi ella flyta teir í onnur størv, áðrenn fólkaatkvøðurnar eru avgreiddar. Lærarafelag var á trimum hoyringarfundum saman við skúlaleiðarunum, har gjørt var vart við støðuna hjá felagnum, men tó uttan úrslit. Mentamálaráðið gjørdi tá Lærarafelagnum greitt, at arbeiðið at leggja skúlarnar saman fer at halda fram, sama hvat úrslitið av fólkaatkvøðunum verður.

Í Sunda kommunu eru 5 skúlar; skúlarnir fevna hvør sær um eina ella fleiri bygdir. Sunda kommuna hevur leingi arbeitt við at savna skúlarnar, hálvan januar tók nýggjur skúlastjóri við starvinum sum stjóri á samanlagda skúlanum, sum eitur Skúlin við Streymin.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni