Tíðindi
18.11.2016
Tað var í juni í ár, at Mentamálaráðið gav skúlastjóranum í Sankta Frans skúla í Havn boð um ikki at úttala seg alment um skúlabygnaðin í sínum egna skúla.
- Á henda hátt setir Mentamálaráðið hansara grundlógartryggjaðu rættindi at úttala seg til viks. Okkara fatan er, at skúlastjórin hevur fullan rætt at umtala og kunna almenningin um almenn viðurskifti, sum snúgva seg um hansara egna arbeiðs- og heimildarøki, hóast hansara fatanir ikki heilt samsvara við Tórshavnar Býráðs og møguliga eisini Mentamálaráðsins ætlanir á økinum, sigur Lærarafelagið í klaguni.
Boðini til skúlastjóran vóru, at hann ikki skuldi “blanda “ seg upp í almenna kjakið um skúlabygnaðin í Sankta Frans skúla. Selmar Jacobsen var settur í starv at taka sær av innihaldinum í skúlanum og ikki arbeiða fyri og vera talsmaður fyri foreldrabólkin í Sankta Frans skúla, varð sagt. Málið hevur verið viðgjørt á hægsta embætismannastigi í Mentamálaráðnum, tí aðalstjórin var við í eini tíðindasending 9. juni 2016 um málið.
Skúlastjórin í Sankta Frans skúla hevur biðið Mentamálaráðið um innlit í málið, og hetta varð sent honum 15. juni 2016. Tað sæst á skjalayvirlitinum, at 4 av skjølunum eru skrásett sum trúnaðarmál.
Føroya Lærarafelag klagar handfaringina av málinum. Klagað verður um, at deildarstjórin í Mentamálaráðnum gevur skúlastjóranum boð um, at hann ikki skal úttala seg alment um bygnaðarbroytingar á sínum egna arbeiðsplássi. Selmar Jacobsen er settur í starv til at virka fyri og umsita áhugamálini hjá Sankta Frans skúla, børnum og foreldrum í skúlanum. Eftir fatanini hjá Lærarafelagnum er hann ikki farin út um sínar heimildir sum skúlastjóri, við at hann hevur luttikið í fundum saman við foreldrum og umrøtt praktiskar spurningar alment í sambandi við møguliga framhaldsdeild í skúlanum. Alment sett starvsfólk hava víðar heimildir at úttala seg um generellu viðurskiftini á egnum arbeiðsplássi, hóast meiningarnar ikki samsvara við tær ætlanir, sum myndugleikin, sum í hesum førinum er Býráðið, hevur á økinum. Tórhavnar Býráð er ikki arbeiðsgevari hjá Selmari Jacobsen, og Lærarafelagið undrast á, at Mentamálaráðið letur seg brúka sum amboð fyri Býráðið at teppa skúlastjóran.
Lærarafelagið heitir á Umboðsmannin um at taka málið til viðgerðar.
Á myndini: Poul Nolsøe, løgfrøðingur hjá Føroya Lærarafelag, og Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.