Tíðindi
15.04.2016
Í morgin koma lærarar í Føroyum saman í høllini á Læraraskúlanum á Frælsinum í Havn, tá ið aðalfundur er á skránni. Fundurin byrjar klokkan 10 sum hann plagar; á aðalfundinum er eisini árligi limafundurin hjá Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags.
Fundarskráin verður sambært viðtøkum felagsins. Eingi mál vóru komin inn til nevndina at taka upp á aðalfundinum, áðrenn freistin var úti, og somuleiðis heldur ikki fleiri valevni enn tey, sum standa fyri vali í nevndini, nevniliga Andrea á Rípuni og Jacob Eli S. Olsen. Sostatt er greitt, at nevndin í Føroya Lærarafelag er óbroytt komandi árið við hesum fólkum: Herálvur Jacobsen er formaður, Jákup av Skarði er næstformaður, Maria V. Hansen er kassameistari, Andrea á Rípuni er skrivari og Jacob Eli S. Olsen er nevndarlimur.
Gestarøðarar á aðalfundinum eru Rigmor Dam, landsstýriskvinna við skúlamálum, og Annika Sølvará, forkvinna í Heimi & og Skúla.
Myndin: Nevndin í Føroya Lærarafelag. Myndatakari: Ólavur Frederiksen