Tíðindi
02.06.2023
Ferðin var ein arbeiðsferð hjá IMAK, har tey kunnaðu seg við Føroya Lærarafelag og skúlan og útbúgvingarskipanina í Føroyum. Eisini var pláss fyri hjá teimum at spáka í býnum í Havn og koyra ein túr norðureftir, nú føroyska veðrið vísti seg frá síni bestu síðu.
Grønlendska ferðalagið kom týsdagin, og tey eru farin av landinum aftur í dag. Mikudagin vóru tey í hølunum hjá Føroya Lærarafelag og fingu kunning um bygnaðin og virksemið hjá felagnum, og tey fingu eisini heilsa upp á starvsfólkini á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Tey vóru hugtikin av øllum bókunum, sum Bókadeildin gevur út til børn og ung á føroyskum. Tey spurdu eisini um barnabløðini Píka 7 og Strok, sum allir næmingar frá forskúla til 7. flokk fáa ókeypis, tí at landið og kommunurnar stuðla útgávuni, og tey vónaðu, at tey kundu fáa somu skipan í Grønlandi.
Hósdagin vitjaðu tey Læraraskúlan, Glasir og Skúlan á Fløtum. Poul Guttesen, lektari á Læraraskúlanum, greiddi teimum frá Læraraútbúgvingini, Magni á Lakjuni, vararektari á Glasi, vísti teimum runt á Glasi, og Martin Karl Olsen, 1. Varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum, tók ímóti á Skúlanum á Fløtum. Tey vóru spent at síggja skúlan á Fløtum og at hoyra um, hvussu tey skipaðu seg á skúlanum, nú tað verður bygdur ein risa skúli í Nuuk til 1.200 næmingar.
Á vitjanini komu vit eisini inn á, hvussu fakfeløgini samstarvaðu í Føroyum og í Grønlandi. Prátið kom inn á, hvussu vit, saman við seks øðrum fakfeløgum, hava skipað okkum í Fakfelagssamstarvið, og hvørjar fyrimunir vit fáa av hesum samstarvi. 37 tíma arbeiðsvikan var umrødd, og hvussu fakfeløgini í felag hava gjørt eina stóra útgreining av at stytta arbeiðsvikuna, sum myndugleikarnir kunnu hella seg til, nú arbeiðsvikan fer at verða stytt niður í 37 tímar.
Aftrat samstarvinum við grønlendska lærarafelagið, so hevur Lærarafelagið eisini samstarv við hini norðurlendsku lærarafeløgini, tað er ígjøgnum NLS, Nordiska Lærerorganisationers Samråd. Í norðurlendska samstarvinum er eitt serstakt samstarv millum okkum í útnorði, Føroyar, Ísland og Grønland.