Tíðindi

Lærarafelagið fult viðhald í kæruni

Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Føroya Lærarafelag fult viðhald í kæruni um, at tað var ikki rætt at siga skúlaleiðaranum í Hvalvíkar skúla úr starvi, áðrenn úrslitið av fólkaatkvøðuni í Sundalagnum um skúlasamanlegging var greitt.

24.05.2016

Í svarinum upp á kæruni sigur løgtingsins umboðsmaður soleiðis:

”Hvalvíkar skúli var áðrenn atkvøðugreiðsluna 26. januar 2016 ein sjálvstøðugur skúli í einum skúlaumdømi í Sunda kommunu við egnari leiðslu og skúlastýri. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni var, at meiriluti var fyri, at skúlin skal varðveitast. Tað fyriliggur ikki nakað tulkingargrundarlag, sum stiðjar undir, at skúlin, sum skal varðveitast, skal vera annar enn tann sami sum frammanundan atkvøðugreiðsluni, t.e. ein sjálvstøðugur skúli við egnari leiðslu og skúlastýri.”

Grundgevingin fyri avgerðini, sum var at siga skúlaleiðaranum úr starvi, tí skúlin skuldi niðurleggjast sum sjálvstøðugur skúli, metir løgtingsins umboðsmaður sostatt at vera skeiv. Hon heitir tí at Mentamálaráðið sum skjótast at taka málið til nýggja viðgerð og somuleiðis at arbeiða fyri, at reglurnar í fólkaskúlalógini um niðurlegging av skúlum skulu gerast greiðari.

Løgtingsins umboðsmaður tekur ikki støðu til, hvørjir flokkar skulu verða í varðveitta skúlanum.

Tað var í januar, at fólkið í Hvalvík og Hósvík skuldu taka støðu til, hvørt skúlarnir í bygdini skulu leggjast niður ella ikki. Úrslitið av fólkaatkvøðuni var, at í báðum bygdum vil fólkið varðveita skúlarnar. Lærarafelagið kærdi alt fyri eitt málið til løgtingsins umboðsmann við teirri grundgeving, at uppsagnir av skúlaleiðarunum eiga at bíða, til úrslitið av fólkaatkvøðunum var greitt. Somuleiðis heitti felagið á umboðsmannin um at taka støðu til, hvørjar avleiðingar eiga at verða av úrslitinum av fólkaatkvøðunum.

Føroya Lærarafelag gjørdi longu í fjør heyst Mentamálaráðnum greitt, at tað er ikki rætt at siga skúlaleiðarunum úr starvi ella flyta teir í onnur størv, áðrenn fólkaatkvøðurnar eru avgreiddar. Lærarafelag var á trimum hoyringarfundum saman við skúlaleiðarunum, har gjørt var vart við støðuna hjá felagnum, men tó uttan úrslit. Mentamálaráðið gjørdi tá Lærarafelagnum greitt, at arbeiðið at leggja skúlarnar saman helt fram, sama hvat úrslitið av fólkaatkvøðunum gjørdist.

Hálvan januar tók nýggjur skúlastjóri við starvinum sum stjóri á samanlagda skúlanum, Skúlin við Streymin.

Á myndini Poul Nolsøe, løgfrøðingur Føroya Lærarafelags, og Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni