Tíðindi
19.06.2020
Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag, sum skuldi vera, 2. mai, verður í morgin. Hann varð útsettur orsakað av korunufarsóttini. Á skránni er eitt nú nevndarval, og tveir nevndarlimir skulu veljast. Tey, sum standa fyri vali, eru Andrea á Rípuni, næstforkvinna í Føroya Lærarafelag og próvfyrisitari á Próvstovuni, og Tórhallur við Gil, nevndarlimur og lærari í Runavíkar kommunuskúla. Tey stilla bæði uppaftur. Umframt Andreu og Tórhall stillar Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla, upp til nevndarvalið.
Í verandi nevnd eru Jacob Eli S. Olsen formaður, Andrea á Rípuni næstforkvinna, Jona Højsted kassameistari, Carl Eli Nolsøe Samuelsen skrivari, og Tórhallur við Gil nevndarlimur.
Landsstýrismaðurin við skúlamálum, Jenis av Rana, heldur røðu. Í vár skrivaði Føroya Lærarafelag út kapping at skipa besta átakið til frama fyri veðurlagnum. Á aðalfundinum verður fyrsta veðurlagsvirðislønin, eitt virðislønarprógv umframt 25.000 krónur, handað vinnaranum.
Árligi limafundurin í Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags verður eisini 20. juni. Fundarskrá sambært viðtøkum felagsins.
Fundurin verður Hotel Føroyum kl. 12.00.