Tíðindi
08.11.2022
Nám hevur síðan 2015 skipað fyri árligum læraradegi, sum er ráðstevna ætlað øllum fólkaskúlalærarum í landinum. Høvuðs[1]evnið í ár er lesing; hetta er eitt framhald av verkætlanini „Føroyar lesa“, sum fór av bakkastokki í august 2020. Skráin er rættiliga fjølbroytt og tryggjar, at einstaki lærarin kennir seg og sínar lærugreinar aftur og fær brúkt innihaldið í degnum sum íblástur og víðari menning. Talan er um tríggjar høvuðsfyrilestrar, sum eru ætlaðir øllum luttakarunum, og fimm verkstovur/fyrilestrar, sum einstaki lærarin velur ímillum.
Í ár koma tveir norðurlendskir granskarar í lesing at standa fyri hvør sínum fyrilestri. Hesi eru ávikavist Thomas Illum Hansen úr Danmark og Marthe Øidvin Burgess úr Noregi. Thomas Illum Hansen starvast sum gransk[1]ingarstjóri hjá UCL, Erhvervsakademi og Professionshøjskole. Hann er útbúgvin cand. mag. í bókmentavísindum, Ph.d. og hevur skrivað hópin av granskingargreinum og bókum, sum allar hava lesing og bók[1]mentir sum kjarnaøki. Eisini var hann granskingarleiðari í verkætlanini KiDM (Kvalitet i dansk og matematik) http://kidm.dk/, sum var ein landsfevnandi verkætlan, sum Undervis[1]ningsministeriet stuðlaði. Verkætlanin fevndi um fýra ár (2016-19), og nærum 200 skúlar úr øllum Danmark luttóku.
Marthe Øidvin Burgess er lektari í norskum á fróðskaparsetrinum í Lands[1]ynningsnoregi, USN. Hon hevur skrivað ph.d. um margháttaðar næmingatekstir. Granskingarøkið hjá henni fevnir serliga um yrkistekstir. Í løtuni er hon partur av granskingarverkætlanini CritLit (Critical Literacy in a Digital and Global Textual Word), sum er samstarv millum trý fróð[1]skaparsetur (Universitetet i Søraust-Norge, Universitetet i Agder og Australian Catholic University) og millum lærarar og næmingar úr hádeild í seks ymiskum fólkaskúlum í Eysturnoregi.
Triðja høvuðsfyrilesturin hava Lydia Didriksen og Turið Kjølbro. Hann verður um nýggju kvalitativu lesivanakanningina. Í 2018 var stór kanning av lesivanum hjá føroyskum børnum gjørd. Knapt 1300 børn í 4., 6., og 9. flokki luttóku. Aftan á kanningina gjørdi lesikanningarbólkurin uppskot um átøk at fremja lesihugin. Eitt av hesum uppskotunum var átakið Føroyar lesa, hvørs endamál er at stimbra eina góða lesimentan og at vísa á týdningin, ið lesing hevur fyri samfelagið. Eitt annað uppskot var at gera eina kvali[1]tativa kanning av lesivanum í 6. flokkunum kring landið. Endamálið við hesi kanningini var at fara aftur um summi úrslit, ið komu fram í lesivanakanningini, og at lýsa hesi nærri. Í hesi kvalitativu kanningini, sum verður løgd fram á læraradøgunum, verður ljós varpað á tey nýggju úrslitini, har ið børnini lýsa sín lesihugburð og lesivanar. Tey, ið standa fyri kvalitativu lesivanakanningini, eru Sissal M. Rasmussen, ph.d., adjunktur á Føroyamálsdeildini, Lydia Didriksen, fólkaskúlalærari /skúlabókavørður og B.A. og M.A. í føroyskum, og Turið Kjølbro, cand.phil í bókmentum og máli og ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags.