Tíðindi
05.02.2016
Granskingarráðið hevur latið hesa søguliga stóru upphæddina til verkætlanina Two Teachers; tað verður Oddny Judith Solheim, granskari á Lesisentrinum í Stavanger, sum fer at standa á odda fyri hesi verkætlanini. 28 milliónir fara beinleiðis til granskingarætlanina, meðan tær 132 milliónirnar fara til lærararnar á teimum 150 skúlunum, sum taka lut í verkætlanini.
Spurningurin um, hvussu nógvar næmingar hvør einstakur lærari skal hava ábyrgdina av, vekir stóran áhuga millum lærarar, foreldur og politikarar. Meðan tað eru summi, sum halda, at støddin á flokkinum og talið av lærarum í flokkinum hevur nógv at siga fyri, hvussu næmingarnir læra, halda onnur, at hesi viðurskifti ikki eru avgerandi fyri dygdina á undirvísingini. Báðir partar leggja seg upp at altjóða gransking, sum peikar í ymsar ættir. Onkur gransking vísir, at flokkar við fáum næmingum læra best, meðan onnur granskng vísir, at hetta ikki hevur so stóran týdning.
Norska stjórnin hevur latið 480 milliónir krónur til fleiri lærarar í innskúlingini umframt eyka læraraársverk í ymsar granskingarverkætlanir.
– Vit hava ikki nóg gott innlit í, hvussu gagnligt tað er at hava tvílæraraskipan, sigur Torbjørn Røe Isaksen, ráðharri í vísindum í Noregi.
Verkætlanin, sum nú fer av bakkastokki, er serlig, tí tað eru granskarar, sum ráða yvir, hvussu pengarnir til fleiri lærarar skulu verða nýttir í floksstovunum.
- Tað er umráðandi at samanbera talið av lærarum í flokkunum við, hvussu teir skipa undirvísingina. Størri læraratíttleiki gevur betri møguleikar, men vit mugu kanna nærri, hvussu orkan verður brúkt, soleiðis at hvør einstakur næmingur fær undirvísing, ið er tillagað til hansara. Er orkan nóg stór? Fæst betri nytta burtur úr, um læraraførleikarnir í einstaka skúlanum verða betri? At seta fleiri lærarar inn í floksstovuna og bara halda fram sum vanligt førir neyvan við sær, at næmingarnir læra meiri. Málið er at síggja, hvussu lærarar eiga at arbeiða, soleiðis at orkan verður best gagnnýtt, og næmingarnir fáa sum mest burtur úr, sigur Oddny Judith Solheim.
Kelda: lesesenteret.uis.no
Mynd: Rannvá Egholm