Tíðindi
03.03.2023
Nær lærdi tú síðst okkurt heilt nýtt? Og minnist tú, hvussu troytt tú bleivst tá? Børn kunnu læra nýggjar førleikar alla tíðina, men hví tað er so hevur verið ringt at forklára. Men kanska eru granskarar komnir eitt stig víðari svarinum.
GABA koplar heilakyknur saman
Tá tú skalt læra okkurt nýtt, mugu heilakykur koplast saman sum ein brúgv. Í heilanum hendir hetta við hjálp av evnum sum GABA.
Sambært nýggjari kanning frá Brown University hevur GABA nevniliga lyklaleiklut, tá talan er um evnini hjá børnum at læra, læra og aftur læra.
Visuell læring er munadyggari hjá børnum enn vaksnum, skriva granskararnir í kanningini, sum nýliga er almannakunngjørd í tíðarritinum Current Biology.
Máta áðrenn, undir og eftir undirvísingartímarnar
Granskararnir vistu, at GABA-evnið hevur ein týdningarmiklan leiklut fyri at taka ímóti nýggjari læring. Tað vil siga, at minni verða goymd og ikki longur kunnu verða løgd í oyði.
Men fyrr hava granskarar bara mátað savningina av GABA hjá børnum eina givna tíð og ikki í einum samanhangi, sum ikki hevði samband við læring.
Fyri at skilja læringarmekanismurnar, vóru teir noyddir at kanna, hvussu nøgdin av GABA verður broytt í ymiskum lærustøðum.
Tí mátaðu teir nøgdina av GABA áðrenn, undir og eftir visuella læring.
Hetta gjørdu teir við einum bólki av vaksnum millum 18 og 35 ár og einum bólki av børnum millum 8 og 11 ár.
Granskararnir funnu út av, at nøgdin av GABA vaks skjótt undir læringini hjá børnum, og tað var enn virkið eftir at undirvísingartímarnir vóru av. Hjá vaksnum harafturímóti vaks nøgdin ikki.
Nýggj læring kann oyðileggja
Royndirnar vísa, at børn skjótt menna mótstøðuføri ímóti tí, sum verður nevnt retrograd interferens. Retrograd interferens hendir eftir, at tú hevur lært nakað nýtt. Tá ert tú í eini sokallaðari viðkvæmari lærustøðu. Roynir tú at læra okkurt nýtt, kann tað ganga út yvir tað, tú júst hevur lært. Tað, tú lærdi, verður rætt og slætt oyðilagt av nýggjari læring, um tú roynir at læra okkurt nýtt. Og børn komu út úr hesi viðkvomu lærustøðuni nógv skjótari enn vaksin. At tað hendir so skjótt, bendir á, at børn skjótari megna at stabilsera nýggju vitanina, tey hava lært, soleiðis at nýggja vitanan ikki fer fyri skeytið orsakað av tí nýggja, tú júst hevur lært, sambært granskarunum. Børn megna við øðrum orðum skjótari at læra okkurt nýtt aftur.
– Váttað tað, mann hevur sæð í djórakanningum
Høvuðsgranskarin í nýggju kanningini er Takeo Watanabe, professari í kognitivum og lingvistiskum vísindum við Brown University. Hann heldur, at tað, sum kanningin hevur víst, er slóðbrótandi, og tað kemur óvart á granskararnar.
– Higartil hava vit ikki havt greið nevrovísindalig prógv, sum kunnu siga okkum, hví børn læra meiri munadygt enn vaksin, sigur Watanabe.
Marianne Fyhn, professari í fysiologi og kyknubiologi við Universitetið í Oslo, heldur, at granskingin fyrst og fremst váttar tað, vit longu vita.
– Áður eru biologiskar mátingar ikki gjørdar av hesum, men nógvar sálarfrøðiligar kanningar eru gjørdar. Og tað eru nógv prógv fyri hesum í nevrovísindaligari gransking á djórum. So hetta váttar í stóran mun tað, sum vit hava sæð í djórakanningum, sigur Fyhn.
Kunnu ikki siga, at børn sum heild læra betur
Fyhn heldur, at vit eiga at vera varin við at gera niðurstøður á henda hátt.
– Hetta er ein ógvuliga einfaldur formur fyri læring, og tey máta bara í sjónheilabørkinum. Út frá hesum kunnu vit ikki siga, at børn sum heild læra betur. Men tað samsvarar ógvuliga væl við tað, vit hava sæð í djórakanningum, sigur Fyhn.
Í tíðindaskrivinum frá Brown University skriva tey, at mótstøðan ímóti retrograd interferens, og harvið stabilisering, í grundini hendir í minuttunum eftir, at børnini hava lært tað. Vaksin, hinvegin, vóru verandi í viðkvomu lærustøðuni í minsta lagi ein tíma eftir, at undirvísingartímin var liðugur.
Fyhn heldur, at hetta neyðturviliga ikki sigur, at børn hava lært nakað nýtt.
– Tey siga, at minnini eru stabil eftir ein tíma, tað trúgvi eg ikki uppá, tí tey eru ikki goymd í langtíðarminnunum, sigur hon.
Hon greiðir frá, at tað, sum vit hava lært um dagin, verður spælt av aftur í nógvari ferð, tá vit sova. Tí hendir tað í eini tilgongd í heilanum, meðan vit sova, áðrenn nakað verður til langtíðarminni. Og áðrenn vit við vissu kunnu siga, at vit hava lært nakað nýtt.
Vistu vit hetta fyrr?
Fyhn sigur, at hon heldur granskararnir við hesum royna at prógva granskingina, sum er gjørd á djórum. Hon kann siga okkum nógv um menningina hjá heilanum, sigur hon.
Hon sigur, at undir menningini fer heilin ígjøgnum nógv stig, har hann megnar at broyta seg.
– Tað er gott, at børn læra tað, tey skulu, ganga, eta, tosa og annað, men tá børn hava lært hesar grundleggjandi førleikarnar, er tað umráðandi ikki at missa hesar førleikarnar aftur. Fyri ikki at missa hesar førleikarnar, verður heilin minni hugaður til at gera broytingar eftir at hann hevur lært tað mest grundleggjandi, sigur hon.
Hon sigur, at í djórakanningum hevur mann sæð eina øking í GABA-aktiviteti, tá unga djórið lærir okkurt. Læringin førir til stórar broytingar í heilanum hjá unga djórinum.
Vaksna djórið fær ikki samsvarandi GABA-øking, tá tað er fyri sama slag av læring. Og mann sær heldur ikki stórar broytingar í heilanum hjá vaksna djórinum.
– Tað er helst hetta, sum rithøvundarnir hava hugsað, tá teir hava tulkað sínar dátur og gjørt niðurstøðuna, at GABA hevur við sær nógva læring hjá barninum, sum gevur stabil “minni”. Men av tí at mann ikki sær somu øking í GABA hjá vaksnum, so halda tey, at hetta forklárar, at “minnini” ikki eru líka sterk ella stabil, sigur hon.
Hvat kunnu vit brúka hesa vitanina til?
Watanabe heldur, at vit kunnu brúka nýggju vitanina til at hjálpa vaksnum til at læra meiri munadygt. Fyhn professari er ikki eins sannførdur.
– Eg hugsi, at vitanin fyrst og fremst hevur týdning fyri, at vit betur kunnu skilja, hvussu heilin á børnum og vaksnum virkar, sigur hann.
Hvussu hjálpir GABA okkum at læra nýtt?
Tú hevur elektriskan aktivitet í øllum heilakyknum.
Fyri at læra nakað nýtt, mugu vit gera koplingar millum heilakykurnar.
Fyri at gera hesar koplingarnar millum heilakyknurnar, skilja tær evni út, sum binda kontaktpunkt til aðrar kyknur.
Heilakyknurnar, sum brúka evnið GABA, synkronisera aðrar heilakykur. Tað vil siga, at tær ansa eftir, um heilakykurnar eru aktivar til røttu tíð.
Av tí at kyknurnar verða noyddar at vera virknar, verður sambandið millum tær styrkt. Vit byggja brúnna, soleiðis at næstu ferð, at kyknan A er virkin, so aktiverar tú alt netverkið í minninum, og á henda hátt verður brúgvin bygd.
Tá tú fer eftir hesi vitanini aftur, aktiverar tú alt netverkið í senn. Og tað er nærum sum at koyra yvir um eina lidna brúgv og siga: "Ája! Soleiðis var tað".
Kelda: Marianne Fyhn, professari við Universitetið í Oslo
Kelda: forskning.no