Tíðindi
14.03.2025
Hvussu nógv ávirka valini hjá foreldrum góðskuna av luftini í nærumhvørvinum hjá skúlanum, tá ið talan er um at seta børnini av við skúlan um morgunin og fara eftir teimum eftir skúlatíð?
Í verkætlanini Co-Designing Inclusive Mobility (CoMobility) kannaðu granskarar ferðavanar hjá fólki í sambandi við skúlaflutning. Teir hava eisini hugt at, hvussu hetta ávirkar góðskuna av luftini tætt við tríggjar barnaskúlar í Warszawa í Póllandi.
– Endamálið við verkætlanini var at eftirmeta, hvussu ymiskir mátar at flyta børnini heimanífrá í skúla og heimaftur ávirka útlát og góðskuna av luftini við skúlarnar, sum eru við í verkætlanini. Tað eigur granskari við NILU, Amir Hassani.
Verkætlanin fevnir um árini 2020-2023. Granskararnir frá NILU í Noregi samstarva eitt nú við starvsfelagar við Universitetið í Warszawa.
Bilrøðir og meiri útlát
Í verkætlanini eru sensorar settir við skúlarnar. Tey mátaðu nitrogendioksid (NO2), dust (PM1, PM2,5 og PM10) og ozon (O3). Haraftrat savnaðu granskararnir inn dátur ígjøgnum dust-sensorer, eygleiðingar av atburði í sambandi við koyring, ferðadagbøkur og spurnakanningar millum foreldur.
– Tað er greiður samanhangur millum tal av bilum, sum koyra næmingar í skúla, og vavið av dálking í nærumhvørvinum hjá skúlanum. Hetta sigur næstan seg sjálvt, sigur Hassani.
Men granskingin vísir eisini nakað annað: Tey, sum kortini koyra fram við skúlan á veg til arbeiðis, dálka munandi meiri, tá ið tey steðga á fyri at seta børn av ella fara eftir børnum, samanborið við, um tey bara koyra framvið.
– Ein bilur, sum koyrir til skúlan, letur ógviliga nógv meiri NO2 út enn ein bilur, sum bara koyrir framvið. Bilurin stendur við motorinum í gongd ella brúkar meiri tíð í økinum við at parkera, greiðir Henrik Grythe, granskari við NILU, frá.
Bilarnir, sum steðga við næmingum, elva í nógvum førum til bilrøð. Tað ger, at hinir bilarnir á vegunum dálka meiri.
– Hetta er ávíst av eygleiðarum uttan fyri skúlarnar. Teir noteraðu alt, sum hendi í sambandi við skúlaflutningin, sigur Grythe.
Hann greiðir frá, at alt hetta vanliga ikki verður tikið við, tá ið góðskan á luftini verður mett og mátað.
– Tá verður undirmett, hvussu nógv alt hetta hevur at siga. Gamlir skúlar liggja mangan soleiðis fyri, at tað ikki er lagt upp fyri, at fólk skulu koyra hagar. Tað elvir til langar bilrøðir og meiri útlát.
Í Warszawa vístu kanningarnar, at tað at foreldur koyra børnini í skúla, virkaði við til, at luftdálkingin versnaði til 15–16 prosent kring um skúlarnar í tíðarbilinum, tá ið børn verða sett av og heintað. Hetta er samstundis eisini tíðarbilið, tá ið børn eru mest útsett fyri at anda luftina í seg kring skúlan. At heinta børnini eftir skúlatíð tók tríggjar ferðir longur tíð enn at seta tey av.
Samansettur trupulleiki
Í eldri kanningum hava granskarar ofta savnað seg um ein part av samansetta trupulleikanum. Tað kann hava verið góðskan av luftini ella valini hjá foreldrunum. Hesa ferð hava granskararnir viljað fingið eina breiðari og meiri samansetta mynd av trupulleikanum.
– Vit bjóða eitt úrval av informatión, sum ikki hevur verið tøk samstundis áður, sigur Anna Nicińska, granskari við Universitetið í Warszawa.
Skulu vit bøta góðskuna av luftini, krevur tað eina betri fatan av valunum vit gera, tá ið vit flyta okkum í ferðsluni, og hvørja ávirkan hesi valini hava á útlát á staðnum og globalt.
– Greiningar eru týðandi, tí tað eru ikki aðrar loysnir, sum virka fyri øll.
Sambært kanningunum, sum eru gjørdar, eru tað nógv viðurskifti, sum ávirka valini hjá foreldrunum, tá ið talan er um at flyta børnini í og úr skúla, nevniliga hvussu tilvitað tey eru um umhvørvið, og hvussu lætt ella trupult tað er at koma í og úr skúla.
1 av 5 í Noregi verða koyrd í skúla
Hóast henda verkætlanin er gjørd í Póllandi, halda NILU-granskararnir, at úrslitini kunnu siga nakað um viðurskiftini í øðrum londum, til dømis í Noregi. Norska stjórnin hevur sett sum mál, at 80 prosent av børn og ungum í aldrinum 6 og 15 ár skulu ganga ella súkkla í skúla, um skúlavegurin ikki er longri enn fýra kilometrar. Ein onnur norsk kanning frá 2020 vísti, at 20 prosent av børnum í aldrinum 5–13 ár verða koyrd í skúla.
Av teimum, sum verða koyrd í skúla, søgdu 38 prosent, at ferðslan er ov vandamikil til, at børn kunnu ganga ella súkkla sum orsøk. 36 prosent grunda síni val á, at skúlin er á veg til arbeiðsplássið hjá mammuni og pápanum.
Næsten 64 prosent av børnunum í kanningini í 2020 gingu ella súkklaðu í skúla.
Upp til tíggju ferðir so nógv útlát
Ein bilur, sum koyrir inn á parkeringsplássið fyri at seta børn av, brúkar 2–3 minuttir á sama teini við tendraðum motori.
– Í Póllandi sóu vit nógv dømi um, at bilarnir stóðu í tómgongd einar 6–7 minuttir eyka. Í teimum førunum er við eitt talan um tíggju ferðir so nógv útlát, sigur Grythe.
Í Noregi er samanborið við í Póllandi meginparturin av bilunum elbilar. Sostatt er útlátið í Noregi minni.
– Eg haldi kortini, at árinini, vit hava sæð, kunnu vera áhugaverd í Noregi eisini. Ikki minst, av tí at atferð ávirkar útlátið hjá øðrum. Tað hjálpir ikki, at tú koyrir elbil, um bilarnir, sum enda í bilrøð, tí tú steðgar við skúlan, ikki eru elbilar, sigur granskarin.
Hann undirstrikar, at økingin í ferðsluni er nógv størri fyri hvønn íbúgva, har tað eru fæst elbilar.
Kelda: forskning.no
Savnsmynd: Rannvá Egholm