Tíðindi
14.12.2020
Lærarafelagið setir ikki fótonglar í vegin fyri, at starvslæran hjá læraralesandi kann verða longd, sum Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, rør upp undir. Hon sigur í samrøðu í seinasta Skúlablaði, at Námsvísindadeildin støðugt arbeiðir við at bøta um starvslæruna, men at hon tíverri er endað sum partur av lønarsamráðingunum millum Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið. “Starvslæruviðbótin, sum lærarin, ið hevur tey læraralesandi, fær í samsýning, er vorðin knúturin. Hetta er tíverri ein spurningur um pengar. Stóð tað til okkum, so fóru tey lesandi ein dag um vikuna í starvslæru, men tað eru pengar ikki til, sigur hon.”
Formaður Føroya Lærarafelags undrast stórliga á hesa útsøgnina.
- Lærarin, sum hevur ábyrgdina av læraralesandi í starvslærutíðini, eigur sjálvandi at fáa løn fyri ta uppgávuna, og tað fær hann í dag sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelagið. Lærarafelagið fer ongantíð at seta til viks ein sáttmála. Tað er eitt sjálvsagt krav, at lærarar fáa løn fyri tað, teir gera sambært felags avtalu; alt annað er óhugsandi. Longdin á starvslærutíðini er eina og aleina ein avgerð hjá Námsvísindadeildini. Vil Námsvísindadeildin leingja tíðina, læraralesandi eru í starvsvenjing, so gera tey tað og skulu ikki brúka Lærarafelagið sum umbering fyri at lata standa til. Hevur Námsvísindadeildin ikki pengar at løna starvslærulærarum fyri hesa ábyrgdina, so hevur deildin ikki ta játtan, hon eigur. Og vantar játtan, so eigur deildin at fara til leiðsluna á Setrinum og síðan í løgtingið og siga, at deildin eigur at fáa eina hægri játtan til júst hetta. Lærarafelagið fær ikki loyst henda knútin; vit kunnu bara áhaldandi varpa ljós á týdningin av starvslæruni, og at læraralesandi vísa á, at hon átti at verið longd.