Tíðindi

Lond, sum klára seg best í PISA, hava eitt í felag

Í flestu londum, sum klára seg væl og sera væl í PISA-kanningum, er stór javnstøða í fólkinum.

29.10.2021

Tá ið eg fór undir at kanna hetta økið, helt eg, at fíggjarligur javni fór at vera tann mest týðandi faktorurin, men tað vísti seg í staðin at vera javnstøða millum kynini, sigur Janine Campbell um niðurstøðurnar, tey hava gjørt sær eftir PISA-kanningina frá 2015.

Hon er granskari við Læringsmiljøsenteret á Universitetinum í Stavanger.

Í 2019 gjørdist Campbell doktari við University of Otago, og fyrr í ár almannakunngjørdi hon eina vísindaliga grein, sum samanfatar fleiri av niðurstøðunum í doktararitgerðini. Í gransking síni hevur hon kannað útbúgvingarpolitikkin og sosiobúskaparlig viðurskifti, sum liggja aftan fyri úrslitini hjá 49 av londunum, hvørs næmingar vóru við í PISA-kanningini frá 2015.

PISA-kanningin

PISA er ein altjóða kanning av skúlaskipanini í ymsum londum. PISA-kanning var fyrstu ferð gjørd í 2000, og tað er OECD, sum stendur fyri kanningini. Kanningin mátar førleikarnar hjá teimum 15 ára gomlu í lesing, støddfrøði og náttúruvísindum. Fyri at kunna meta um londini mennast yvir tíð, verður kanningin framd triðja hvørt ár, og á hvørjum ári verða øll trý fakøki kannað.

Undantikið Pólland

Janine Campbell hevur á ymsan hátt kannað, hvussu útbúgvingarpolitikkurin í 49 londum verður ávirkaður av sosiobúskaparligum og mentanarligum viðurskiftum. Tað eru viðurskifti, so sum kyn, fíggjarligur ójavni, menning og individualisma. Síðstnevnda – individualisma – hevur størstan týdning, bæði tá ið talan er um positivt og negativt árin í PISA-kanningum. Av londunum, sum kláraðu seg best í PISA-kanningini í 2015, var tað bara Pólland, sum ikki kundi breggja sær av, at tað er stór javnstøða í fólkinum.

– Í øllum londunum, sum kláraðu seg illa, tá ið talan er um PISA-úrslit í 2015, var langt á mál, tá ið talan var um javnstøðu, vísir Campbell á.

Fyrst og fremst javnstøða

Eisini onnur viðurskifti hava týdning, tá ið talan er um at skapa ein góðan skúla, vísir Campbell á, men tað, sum kom fram í kanningunum hjá henni, bendir greitt á, hvussu týðandi javnstøða millum kynini er, um tú skalt elva til menning, bæði í skúlanum og samfelagnum sum heild.

– Tað er helst lættari at geva viðurskiftum, so sum búskaparligum ójavna heldur enn javnstøðu skyldina, tá ið tú býrt í einum fátækum landi. Og tað skal ikki misskiljast, hóast onnur viðurskifti eisini hava týdning; sjálvsagt treytar alt hvørt annað, mangan upp á ein ógvuliga samansettan máta, sigur skúlagranskarin. Kortini vil hon vera við, at vit eiga at viðurkenna, hvussu týðandi javnstøða millum kynini er fyri at skapa ein skúla fyri øll.

Summi lond taka okkum á bóli

Tað kemur ikki óvart á okkum, at lond sum Noreg og Svøríki klára seg væl í PISA-kanningini, tá ið vit hava í huga, at í hesum londum er stór vælferð, búskaparligur vøkstur og javnstøða. Men tað kemur óvart á granskaran, at lond sum Estland og Portugal gera vart við seg upp á ein positivan máta.

– Hesi londini eru ikki serliga væl fyri fíggjarliga, í øllum førum ikki í OECD-samanhangi, og tað er heldur ikki stór javnstøða í fólkinum, men tað gongur framá á javnstøðuøkinum bæði í Portugal og Estlandi. Tað kann vera orsøkin til, at tey klára seg væl í PISA. Tað er áhugavert at fylgja við, hvussu tað fer at gangast teimum í framtíðini, sigur Campbell.

Javnstøða ikki nóg mikið

Hóast hetta eru lond í Evropa, er myndin alt annað enn eintýdd. Vit kunnu ikki útleiða soleiðis, at tað er Vesturheimurin móti restini. Japan, Suðurkorea og Singapor eru ikki í Vesturheiminum, men kortini liggja tey ovarlaga í PISA og eru millum londini, sum skora høgt í javnstøðu. Um somu tíð eru tað eisini lond, sum hava stóra javnstøðu, men sum ikki teljast millum tey bestu í PISA-høpi, so sum Eysturríki, Grikkaland og Italia. Kanningin vísir tí, at javnstøða einsamøll ikki er nóg mikið til at siga, um eitt land klárar seg væl í PISA.

Stórir munir

– Vit eiga eisini at hava í huga, at búskaparligu munirnir eru sera stórir, bæði í londunum í OECD og millum hesi 49 londini og restina av heiminum, sigur Campbell. Til dømis eru tey fátækastu londini í OECD nógv betur fyri fíggjarliga samanborið við tey londini í heiminum, sum eru ringast fyri fíggjarliga. Stórir partar í heiminum, eitt nú flestu londini í Afrika sunnan fyri Sahara, hava ikki fíggjarligar møguleikar at taka lut í PISA.

– Munirnir um allan heim eru so stórir, at teir eru ringir at fata, sigur hon.

Eigur at fáa avleiðingar fyri útbúgvingarpolitikkin

Kanningin hjá Campbell vísir, at hvussu stóran týdning tað hevur fyri skúlan í einum samfelag og menningina í landinum, at tað er stór javnstøða í fólkinum. Aftrat vísir kanningin, at útbúgvingarpolitikkur førir til ymisk úrslit í londum við ólíkum sosialum strukturum – og serliga í londum, har javnstøða ikki verður raðfest. Til dømis vísir tað seg ikki at vera stórvegis samband millum, um skúlaflokkarnir vaksa eitt sindur í stødd og verri úrslit í flokkunum í londum, sum hava stóra javnstøðu. Í einstøkum førum kann tað hinvegin hava positiva ávirkan, tá ið talan er um PISA-úrslitið, at flokkarnir vaksa eitt sindur í stødd. Hinvegin – í londum við lítlari javnstøðu – er tað negativt samband millum floksstøddir og úrslit hjá næmingum í PISA-kanningini.

– Sum samfelag mugu vit tí í størri mun hava hesi viðurskiftini í huga – tað er menning, í hvussu stóran mun tað er fíggjarligur javni í samfelagnum, javnstøða og so framvegis – og hvussu stóran mun hetta ávirkar útbúgvingarpolitikkin, tað, sum verður gjørt í skúlunum, og tiltøk, sum verða sett í verk, sigur Campbell.

Finnland altíð góð fyrimynd?

Vit eiga ikki at leggja okkum eftir eini copy-paste-strategi, har eitt land fyrilitarleyst setir í verk tiltøk, sum virka í øðrum londum, har viðurskiftini eru nógv øðrvísi, heldur Campbell.

– Í Kili tosa tey í skúlahøpi um, at tey eiga at gera sum í Finnlandi út frá tí logikkinum, at virkar tað í Finnlandi, so eigur tað eisini at virka hjá teimum, men slík samanbering ella ambisjón gevur onga meining, heldur granskarin. Sosialu, fíggjarligu og mentanarligu korini eru so ymisk í hesum londum, at tað ber ikki til at avrita eina skúlaskipan. Gjógvin er ov stór til, at broytingarnar, ið tey vilja seta í verk, bera til at gjøgnumføra.

– Kanska átti Kili heldur at kannað nærri, hvat tey gera í Portugal. Tá hevði borið til at fingið eina ambisjón, sum er møgulig at liva upp til, tí Kili og Portugal minna meiri um hvørt annað, tá ið talan er um javnan í fólkinum, vælferðina og inntøkugrundarlagið.  

Javnstøða fyrst, so skúli

Menningararbeiðið í skúlanum eigur at byrja á breiðari grundarlagi, heldur Campbell.

– Tá ið vit hugsa um, at vit skulu betra skúlan við tí í huga, at ein betraður skúli skal gera samfelagið betri, mugu vit arbeiða á breiðari grundarlagi við at menna og gera betringar í samfelagnum og taka skúlan við í hetta arbeiði, sigur Campbell.

Tað hjálpir lítið at byggja skúlar, um tað er galdandi praksis og mentan í landinum, at børn verða noydd at arbeiða heima. Ella at gentur als ikki skulu ganga í skúla.

– At gera viðurskiftini hjá gentum og kvinnum í einum samfelag betri, tá ið talan er um heilsu, ognarrætt og politiska ávirkan, er ein skjótari máti at gera skúlan betri, enn tað er at ganga øvutan veg og einsamalt leggja dentin á útbúgving og halda, at tað skal føra til javnstøðu, sigur granskarin.

Við øðrum orðum: Tað er effektivari at arbeiða til frama fyri javnstøðu á einum breiðari grundarlagi fyrst heldur enn at halda, at meiri skúlagongd førir til javnstøðu í einum samfelag.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni