Tíðindi
22.05.2023
Í hesum søgum søkir Skúlin á Argjahamri eftir toymisleiðara til nýggja skúlatilboðið, sum hevur fingið heitið Ljósástova. Tilboðið er eitt samstarv millum Sernám og Skúlan á Argjahamri og eitt undirvísingartilboð, har veitt verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul.
Málbólkurin eru næmingar í fólkaskúlanum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. At byrja við fara umleið 8-10 børn at ganga í Ljósástovu.
- Tað er tørvur á einum slíkum tilboði; tað síggja vit, tí tað eru nógv børn, sum stríðast á ymsan hátt í skúlanum. Hetta tilboðið er at samanbera við aðrar serflokkar og fer ikki bara at fevna um næmingar í Skúlanum á Argjahamri, men eisini øðrum skúlum í kommununi. Tá ið leiðarin er settur í stovuni, fara vit saman við Sernámi at visitera næmingar til flokkin, sigur Marin Sigvaldsdóttir, skúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri.
Ljósástova fer at halda til í nýggjum hølum í norðara enda í Látrinum, sum er frítíðarskúlin í Skúlanum á Argjahamri.
Í lýsingini eftir toymisleiðara verður sagt, at viðkomandi fer at fáa møguleikan at seta sín dám á skúlatilboðið, tí tilboðið er nýtt. Umsøkjarar kunnu vera fólkaskúlalærari við eftirútbúgving innan serøkið ella við aðra samsvarandi námsfrøðiligari útbúgving við eftirútbúgving innan serøkið. Tann, sum verður settur, verður settur í Skúlanum á Argjahamri.
Navnið á nýggja sertilboðið kemur av vatninum sunnan fyri Skúlan á Argjahamri, sum eitur Ljósá. Hetta staðið verður nógv vitjað av skúlanum. Navnið umboðar ljósið, hesi børnini eru, og tað ljós, ið verður veitt teimum í Ljósástovu, verður sagt í lýsingini.