Tíðindi

Listasavn Føroya letur dyrnar upp fyri næmingum

Tað er gleðiligt, at Listasavn Føroyar letur dyrnar upp fyri skúlanum. Maria V. Hansen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

30.03.2016

Fyri jól hevði Listasavn Føroya eitt tiltak fyri næmingum í miðdeildini í fólkaskúlanum. Tað var upp til læraran at melda flokkin til tiltakið.

Evnið var djórini og jólaboðskapurin í myndlistini. Framløgan, sum var ein powerpointframløga, vísti ymiskar málningar hjá kendum listafólkum. Góð og greið frágreiðing var til tær ymisku myndirnar, har serliga symbolini blivu gjøllari lýst. Næmingarnir fingu møguleika at seta spurningar, um og tá tað var neyðugt fyri at skilja myndina. Aftan á framløguna sluppu næmingarnir at síggja myndlistina í framsýningarhølunum hjá Listasavninum.

Beint fyri páskir var so aftur høvi at fara á Listasavnið.

Evnið hesa ferðina var páskirnar, serliga “heilaga kvøldmáltíðin”. Framløgan var, eins og seinast, ein powerpointframløga, har góð frágreiðing fylgdi við. Nógvir kendir málningar vórðu lýstir, bæði við myndum og orðum. Næmingarnir kundu somuleiðis seta spurningar so við og við. Á henda hátt eyðnaðist at fáa ivamál avgreidd, og framløgan var góð og lærurík.

Eftir framløguna var møguleiki at síggja eina sera áhugaverda framsýning av málningum eftir Zacharias Heinesen. Næmingarnir vóru væl nøgdir eftir lokna vitjan.

Tað er gleðiligt, at Listasavn Føroyar letur dyrnar upp fyri skúlanum. Tey hava dugað væl at lagt framløgurnar til rættis, framløgufólkini hava verið áhugaverd og greið í teirra útlegging av myndlistini, tey hava megnað at vakt áhugan hjá næmingunum, sum hava sitið og lurtað við stívum oyrum.

Næmingar í 7. flokki, serliga dreingirnir, kundu hugsað sær at komið til fleiri slíkar framløgur, men teir høvdu viljað, at evnið var meiri merkt av “aktión”, til dømis kundu teir ynskt at sæð myndlist um søguligar bardagar og líknandi. Stuttligt og gott, tá tað hepnast at fanga áhugan hjá næmingunum, eins og framløgufólkið í Listasavninum megnaði.

Vónandi fer Listasavnið at bjóða inn til fleiri framløgur.

Men men, spell, at allir næmingar í Føroyum ikki fáa sama møguleika at fara til slík tiltøk, tí tað er eyðsýnt lættari og enntá heilt ókeypis fyri næmingar í Tórshavnar Kommunu at fara. Tað hevði tí verið gott, um Mentamálaráðið læt ferðastuðul til næmingar uttan fyri Tórshavn, so at tað ikki eru fíggjarligu umstøðurnar í kommununi, sum gera av, um farið var av stað ella ikki.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni