Tíðindi
20.01.2022
“Tað er gleðiligt og neyðugt at listin kemur út til skúlabørn, eisini í hesum tíðum nú heimsfarsóttin leikar á,” sigur Rannvá Káradóttir, verkætlanarleiðari í Listaleypinum. Børnini og tey ungu eru møguliga tey, ið eru harðast rakt í dagligdegnum, nú korona hevur leikað á í skjótt tvey ár. Tað er týdningarmikið, at listin røkkur innum skúlagátt, og at øll skúlabørn sleppa at uppliva list á høgum listarligum støði.
Komandi mánaðirnir fara 25 skúlar at fáa vitjan av millum annað tekniverkstovum, dansisýningum, animatións- og dukkusjónleiki, films-sýningum við live tónleiki og myndlist.
Síggið filmsbrot tá Sway vitjaði við Listaleypinum fyrr í vikuni: https://vimeo.com/668182279
Stigtakarar:
Uttanríkis- og mentamálaráðið, Norðurlandahúsið í Føroyum, Kommunufelagið og LISA-Listafólkasamband Føroya.
Samband:
listaleypurin@listaleypurin.fo
Rannvá Káradóttir mobil: 277747
Verkætlanarleiðari /project coordinator