Tíðindi

Listafagnaður hjá ListaMeldri

Í dag 16. mars fara fleiri túsund børn og ung í Føroyum, Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Danmark og Noregi at arbeiða við listaligum virksemi og gera tað sjónligt í almenna rúminum. Endamálið við ListaMeldri er at varpa ljós á verkligu og tónlistarligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum

16.03.2022

Millum annað fara fleiri skúlar at bjóða foreldrum inn at síggja skapandi arbeiði, sum tey gera. Føroya Háskúli fer eisini at hava framsýning í Námi. Framyvir er ætlanin, at hesin mikudagur í viku 11 hvørt ár skal gera vart við list í norðurlendska skúlanum.

Endamálið við ListaMelduri er at varpa ljós á verkligu og tónlistarligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum, serliga myndlist. Eitt endamál er eisini at lýsa, hvønn týdning hesar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivnað, umframt at kveikja og geva íblástur til skapandi virksemi í skúlunum.

Í ár taka fleiri ung lut, m.a. næmingar á Føroya Fólkaháskúla og Listabreytini á Nám X.  

Klokkan 13 í dag er fernisering í Námi; tað eru næmingar á Háskúlanum, sum bjóða; Hedvig Kapnas, bjóðar vælkomin, og Bárður Dahl Christiansen sigur nøkur orð um tað, tey visa fram. Klokkan 15 er fernisering í Williamsstovu; Bjarni Djurholm bjóðar vælkomin, og Henny Dánialsdóttir sigur nøkur orð um tað, tey vísa fram.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni