Tíðindi

Leygardagin hevur Føroya Lærarafelag aðalfund

Tað er longu greitt undan aðalfundinum, at verandi nevnd heldur fram. Væntað verður, at nógvir lærarar møta á aðalfundinum.

23.04.2025

Leygarmorgunin klokkan 10.00 savnast 300 lærarar til aðalfund hjá Føroya Lærarafelag á Hotel Føroyum. Nevndarval er á skránni, men tað er longu greitt, at formaðurin seinastu seks árini, Jacob Eli S. Olsen, og nevndarlimirnir, sum standa fyri vali, Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð í Klaksvík, og Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum í Havn, halda fram. Eingi onnur valevni høvdu bjóðað seg fram, tá freistin var úti. Á aðalfundinum skulu tveir tiltakslimir veljast til nevndina; valevni til tiltakslimir verða skotin upp á aðalfundinum.

Sum siður er eru fleiri gestarøðarar. Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, flytur fram røðu; tað ger Steinbjørn Hardlei, verkætlanarleiðari av barnaverkætlanini eisini. Harumframt heldur Magnús Þór Jónsson, formaður í íslendska lærarafelagnum KI, eisini røðu. Magnús Þór Jónsson tók við sum formaður í 2021 í Kennarasamband Íslands. Íslendska lærarafelagið er samanlagt felag fyri allar lærarar í fólkaskúlanum, á miðnámi og leikskúlakennarar, ið er tað sum vit kenna sum námsfrøðingar á dagstovnum.

Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags verður handað á aðalfundinum; hetta er fimtu ferð, at Veðurlagsvirðislønin verður handað. Í ár verður tað Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, sum handar virðislønina. Vága kommuna hevur verið slóðbrótandi við at seta børn og ung á skránna og hevur sjósett eina verkætlan í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya, ið skal økja um burðardygga framleiðslu av grønmeti, frukt og øðrum plantuvøkstri; børnini eru við í hesum arbeiði.

Veðurlagsvirðislønin er samstarv millum Føroya Lærarafelag, Petri Pensjón og FNU (Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag). Vinnarin fær eitt heiðursbræv og har aftrat 25.000 krónur.

Føroya Lærarafelag varðar av Bókadeild Føroya Lærarafelags. Á aðalfundinum verður eitt úrval av bókunum, ið Bókadeildin hevur givið út í farna árinum, sýnt fram, og stjórin á Bókadeildini, Niels Jákup Thomsen, og forkvinnan í bókmentaligu nevndini, Kristianna Poulsen, leggja roknskapin og ársfrásøgnina hjá Bókadeildini fram fyri aðalfundin.

Í summar fer Niels Jákup Thomsen frá sum stjóri á Bókadeildini vegna aldur. Niels Jákup hevur tænt felagnum og Bókadeildini væl og hevur verið stjóri síðan 1996. Á aðalfundinum verður kunngjørt, hvør tekur við sum stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Síðsta á skránni á aðalfundinum er eisini árligi limafundurin í Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni