Tíðindi
27.04.2023
Aðalfundurin verður á Hotel Føroyum. Hann byrjar við, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, heldur røðu, og at Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags verður handað.
Nevndarval er á skránni, men longu undan valinum er greitt, at tey, sum standa fyri vali, Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð, og Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum, halda fram, tí eingi onnur bjóða seg fram.
Umframt Jacob Eli S. Olsen, sum er formaður í nevndini, eru hesi í nevndini: Tórhallur við Gil, næstformaður, Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur, Jona Højsted, kassameistari, og Bergur Samuelsen, skrivari. Tveir tiltakslimir skulu veljast. Hesi stilla upp á aðalfundinum.
Sama dag er eisini árligi limafundurin í Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags.