Tíðindi
18.04.2024
Tórhallur vil Gil, næstformaður í Føroya Lærarafelag og lærari í Skúlanum við Løkin, og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, nevndarlimur og lærari í skúlanum á Argjahamri, standa fyri vali, og báðir stilla upp aftur. Triðja valevnið er Miriam Nolsøe Johannesen, lærari í Eysturskúlanum.
Á aðalfundinum skulu tveir nevndarlimir og tveir tiltakslimir veljast í nevndina.
Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag og árligi limafundurin hjá Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags verður leygardagin 20. apríl klokkan 10.00 á Hotel Føroyum í Havn. Fundarskráin verður sambært viðtøkum felagsins.
Fyrrapartin eru gestarøðarar á skránni umframt handan av veðurlagsvirðislønini. Sum siður er er annar gestarøðarin landsstýrismaðurin við skúlamálum, Djóni N. Joensen. Hin røðarin er Gunnhild Dahl Niclasen, samfelagsfrøðingur og humanvistfrøðingur. Vinnararnir av veðurlagsvirðislønini fyri 2024 verða kosnir, og Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum, fer at handa vinnandi skúlanum heiðursbræv.