Tíðindi
13.02.2017
Fyri nøkrum árum síðan vóru fyrstu lesivegleiðararnir útbúnir á Námsvísindadeildini. Fyrstu árini eftir at teir vóru útbúnir, stríddust teir fyri at fáa tímar og umstøður, soleiðis at teir sluppu at brúka útbúgving sína í fólkaskúlanum. Í dag eru lesivegleiðararnir knýttir at førleikastovunum; tað eru tó ikki allir skúlar í landinum, sum hava atgongd til lesivegleiðara. Karolina Matras heldur, at tað er umráðandi, at lesivegleiðararnir sleppa at mynda lesipolitikkin í fólkaskúlunum.
- Lesivegleiðararnir kunnu koma við íblástri um lesiátøk, stuðla lærarum, tá teir skipa fyri lesiátøkum og vegleiða, tá lærarar hava styttri lesiskeið við næmingum.
Lesivegleiðararnir hava nýggjastu vitanina um lesing og undirvísing í lesing, og tað er umráðandi, at henda vitanin røkkur út til lærarar skúlans, heldur Karolina Matras.
- Lesifrøðingurin eigur at vegleiða, tá ið talan er um byrjanarlesingina, um lesifatan, lesikynstur, lesiætlan, eftirmeting av lesing og so framvegis. Hevur lærari tørv á, at lesivegleiðari kemur í flokkin at eygleiða næmingarnar, og síðan vegleiða teir í lesiundirvísingini, so allir næmingarnir eru við, so eigur tað eisini at vera rúm fyri tí.
Læraraførleikin er tað týdningarmesta, vísir nógv gransking. Góðskan í undirvísingin hevur alt at siga, skalt tú sum lærari tryggja tær, at næmingar tínir læra at lesa.
- Lærarin má hava fakligan áhuga í lesing, kunnleika og vitan um sambandið millum bókstav og ljóð, orðlesing og barnabókmentir. Undirvísingin má vera fjølbroytt, og hann má brúka didaktikk, sum ger, at flokkurin virkar væl. Um somu tíð má hann næmingalaga undirvísingina og tosa við næmingar sínar, ikki niður til teir. Hugburðurin til næmingin nú á døgum hevur nógv at siga fyri, hvussu tað eydnast tær at røkka hvørjum einstøkum næmingi.
Alt ov lítið ljós verður varpað á lesipolitikk skúlans, heldur Karolina Matras.
- Skúlans leiðsla eigur at taka ábyrgd av lesipolitikkinum á skúlanum og taka stig til lesiátøk, sum eru skraddaraseymað til lesiætlanina og lesiumhvørvið í skúlanum, sjálvandi við at taka lesivegleiðaran og lærararnar við upp á ráð. Tímar mugu vera til lesiátøk og stuðul til teirra, sum hava tørv á tí. Skúlar eru ymiskir, hava ymiska mentan, og tí eru umráðandi, at lesipolitikkurin hóskar til skúlan á staðnum. Lærarin má hugsa málsligu menningina inn í undirvísingina; tað er eisini umráðandi, at hann hevur neyðugu málsálarfrøðiligu vitanina, soleiðis at hann skilir sambandið millum mál og lesing, við serligum atliti til næmingar, sum hava serligar avbjóðingar í lesimenningini. Skilir tú ikki sambandið, fáa allir næmingar, sama hvønn tørv teir hava og hvat støði teir byggja á, somu undirvísing, og so fær eingin tað rætta.
Lesið samrøðu við Karolinu Matras í Skúlablaðnum, sum júst er komið.