Tíðindi

Lesivanarnir hjá børnum og ungum broyttir

- Tað átti at verið kannað, hvussu nógv okkara børn og ung lesa, sigur Lis í Jákupsstovu, forkvinna í Skúlabókasavnsfelagnum

11.08.2016

Stórur munur er á, hvussu nógv børn og ung lesa nú á døgum, samanborið við fyri 10-15 árum síðan; tað heldur Lis í Jákupsstovu, forkvinna í Skúlabókasavnsfelagnum, ið er undirfelag í Føroya Lærarafelag. Tey yngru lesa nógv, kanska meiri enn áður, meðan størri børn og ung lesa minni enn áður. Lis í Jákupsstovu byggir sína meting á royndirnar, hon hevur sum skúlabókavørður í 13 ár, og tað, sum hon hoyrir frá øðrum skúlabókavørðum.
- Tað átti at verið kannað, hvussu nógv okkara børn og ung lesa. Ein kanning av lesivanunum hevði staðfest um og hvat børn lesa, um tey lesa á netinum, hvørjum máli tey lesa og so framvegis. Tá ið eg royni at fáa børnini at lesa, fái eg ofta at vita, at tey tíma ikki at lesa føroyskt; tey vilja heldur lesa enskt.

Tey yngru upp til fjórða flokk eru í eini serstøðu, tí tey lesa nógv, og tað er krabbabøkurnar, tey flestu fara eftir; nógvir skúlar hava ta skipanina, at næmingarnir skulu lesa eitt ávíst minutttal um dagin hvønn dag, og tað er ein góð skipan, heldur Lis í Jákupsstovu.
- Eg havi varhugan av, at tað er ein góð skipan at eggja børnunum at lesa saman við foreldrunum; børnini lesa av tí sama rættiliga nógv, eisini í skúlanum. Tað hevur verið fantastiskt at fáa krabbabøkur, men tað hevur tíverri gingið út yvir hinar bøkurnar, tí børnini velja helst krabbabøkur og lata vera við at lesa aðrar. Eisini í miðdeildini lesa børnini nógv, men tað er har, at lesingin byrjar at minka; hesi lesa krabbabøkur og aðrar bøkur. Eg havi varhugan av, at tað verður lítið lisið í framhaldsdeildini, tað eru nakrir fáir lesihestar, men tíverri lesur ein rættiliga stórur partur av næmingunum sera lítið. Á útláninum síggi eg, at tað eru sera fáir næmingar í framhaldsdeildini, sum lesa, og soleiðis var ikki fyrr.

Fyri nøkrum árum síðan var ikki óvanligt, at børn og ung bíðaðu spent eftir nýggjum bókum, sigur Lis í Jákupsstovu.
- Tá ið Harry Potter-bøkurnar komu, stóðu børnini spent og bíðaðu, til tær kundu lænast á bókasavninum. Tey gingu á okkum og spurdu, nær tær komu. Tey fylgdu við, nær bøkurnar komu, nær tær næstu í røðini komu og so framvegis. Eisini bøkurnar hjá Anniku Thor og Stephanie Meyer vóru væl umtóktar og nógv læntar. Hetta at bíða spent eftir bókum, sum fara at koma, havi eg ikki sæð í nýggjari tíð.

Hvør orsøkin er til, at soleiðis er vorðið, er ringt at meta um, heldur Lis í Jákupsstovu. Eitt boð er, at tað eru aðrir pallar, sum hava yvirtikið tíðina hjá børnunum, heldur hon.
- Børn og ung eru nógv á teimum talgildu miðlunum. Tað vísir seg at vera ringt at fáa tey at velja bókina; fer bókin upp um 200 blaðsíður, geva tey flestu upp. Tað krevur ov nógva tíð og orku eftir øllum at døma. Tey eru von við, at alt skal ganga skjótt.

Skúlar siga frá, at lesiátøk muna væl og gera, at børn lesa meiri. Forkvinnan í Skúlabókasavnsfelagnum er samd; hon heldur tó, at lesiátøkini eiga at verða skipað soleiðis, at børnini eisini verða eggjað at lesa avbjóðandi bøkur.
- Vit síggja, at næmingar í stóran mun velja at lesa krabbabøkur og aðrar lættar bøkur, so sum Herviliga Henry og Gátubøkurnar. Vit eiga at eggja teimum til at lesa meiri av øðrum bókum eisini. Møguliga er úrvalið av øðrum bókum ikki nóg fjølbroytt; vit síggja, at summir næmingar, kanska serliga dreingir, vilja lesa yrkisbøkur; tað eru alt ov fáar yrkisbøkur á føroyskum. Ein vinningur við krabbabókunum er, at har eru yrkisbøkur innan nógv spennandi evni; yrkisbøkur hugtaka summar lesarar, og yrkisbøkur nýtist ikki at vera verri lesnaður enn aðrar bøkur. Teknirøðir av ymsum slagi fanga eisini nógvar lesarar; summi børn lesa framvegis nógvar av gomlu teknirøðunum, sum eru á føroyskum, til dømis Prins Valiant, Valhalla og Dunnald Dunnu; tað hevði verið gott at dagført hesar og fingið fleiri á føroyskum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni