Tíðindi
19.02.2016
Tey fyrstu 4 árini snúgva seg um at læra at lesa. Í 5.-7. flokki snýr tað seg um at lesa fyri at læra, men skal tað bera til, mugu næmingarnir duga at lesa, staðfesta Bente Åshild Halvorsen Jentoft og Kristin Follesø Egeland, sum 25. november 2015 fingu virðislønina Kopinors pris, ið verður latin fyri framúr góða miðlan; heiðurin fingu tær fyri arbeiðið, tær hava gjørt við at læra næmingar at lesa í skúlanum Sandeåsen í Tønsberg í Noregi.
At lesa í bólki
– Tað eru umleið 10–15 ár síðan, at norski skúlin fór at leggja dentin á at kortleggja lesifatan í størri mun. Áðrenn tað vóru vit meiri upptikin av at læra børnini at lesa, men tað nyttar einki at gerast tekniskt góðir lesarar, um tú ikki skilir tað, tú lesur, sigur Egeland.
– Vit liva í einum samfelag, har størri krøv verða sett at ogna sær fakta. Fyri at vit skulu kunna senda næmingar okkara trygt víðari í skúlaskipanini, mugu teir læra seg góðar lesiteknikkir og munadyggar mátar at ogna sær vitan, sigur Jentoft.
Í Sandeåsen skole ganga 350 næmingar frá 1.-7. flokki. Tá ið næmingarnir fara víðari í framhaldsdeild, er málið, at teir allir skulu hava áhugan at lesa við sær. Vegleiðandi lesing er tí eitt týdningarmikið stikkorð at røkka málinum, siga Jentoft og Egeland.
– Tað vil siga at vit taka næmingar út í minni bólkum og lesa saman við teimum. Fyrr høvdu vit eina leksiu fyri allan flokkin; allir skuldu lesa frá síðu 10 til 12, og so hoyrdu vit nøkur fá. Nú gera vit tað øðrvísi. Fyrst í vikuni gera við smáar bólkar við næmingum, meðan restin av flokkinum situr og arbeiðir við uppgávum. Í bólkunum, sum eru býttir upp eftir torleikastigi og tí tillagað lesiførleikan hjá einstaka næminginum, gjøgnumganga vit teir nýggju, ókendu tekstirnar, sum teir síðan skulu lesa heima. Síðan møtast vit aftur seinni í vikuni og tosa um tekstirnar. Á henda hátt koma vit tætt at næmigninum og fáa vitan um, hvat tann einstaki næmingurin tørvar og má arbeiða meiri við, sigur Egeland.
- Tað er serliga við teimum lægru flokkunum, at vit arbeiða á henda hátt, men eisini við teimum eldru næmingunum gjøgnumganga við nýggjari tekstir. Endamálið hjá okkum er, at eingin fer heim við einum ókendum teksti uttan at hava gjøgnumgingið hann áðrenn. At sita heima og stríðast við ókendar tekstir og orð og fyribrigdi, tú ikki skilir, førir einki gott við sær, sigur
Jentoft.
Á Sandeåsen skole eru allir lærararnir lesilærarar, ikki bara tá teir undirvísa í norskum ella enskum. Hetta er í samsvari við norsku námsætlanirnar frá 2006, sum staðfesta, at lesing er ein grundleggjandi førleiki, sum er óloysiligur partur av læringini í øllum lærugreinum. Um somu tíð verður dentur lagdur á, at undirvísing í lesing og skriving er týdningarmikil longu frá fyrsta flokki.
Kelda: http://www.fabelaktigformidling.no/artikkel/lesing-frst-og-fremst