Tíðindi

Lesihundur góða ávirkan

Ein lesihundur í skúlanum kann hava góða ávirkan á næmingar. Hví er tað so?

22.09.2023

Tá ið eitt barn lesur fyri hundi, upplivir tað minni strongd og verður meiri hugsavnað. Børn kunnu gerast betri lesarar, verða meiri áhaldandi og motiverað við at lesa fyri hundi, og tey kunnu fáa kensluna av at megna tað, tey gera.

– Lesihundar hava positiva ávirkan í skúlanum. Børnini eru sera væl nøgd og halda sjálv, at tey gerast betri lesarar. Áður hava vit hildið, at hetta kemst av, at vit útskilja hormonið oxytocin. Vit halda nú, at hetta er ein ov einføld frágreiðing, sigur Andreas Reier Jensen.

Hann heldur, at fyribrigdið hevur meiri at gera við, at hundurin ongar fordómar hevur, og at hann møtir barninum, júst sum tað er. Tað ger, at hundurin verður ein námsfrøðiligur aktørur fyri barnið. Ein lesipedagogur, rætt og slætt.

Eyka samband við hund

Tá ið næmingar lesa fyri hundi, eru teir noyddir at lata sum um, at hundurin skilir teir fyri at fáa mest burtur úr støðuni. Næmingarnir hugsa hundin at vera ein einstaklingur, sum tey samskifta við, men samstundis vita tey, at hundurin ikki skilir øll orðini, tey lesa fyri honum.

– Spæl hevur stóran týdning fyri læringina hjá børnum. Vit kalla hundin fyri ótilvitaðan pedagogiskan aktør í støðuni, sigur Willbergh.

Við evolutiónini hevur hundurin ment evnini at samskifta og hava samband við fólk, sum skilir seg frá øðrum djórum. Tá ið næmingar hava eygnasamband við lesihundin og enntá kunnu geva hon ein high-five, tá lesiløtan er liðug, hava teir kensluna av hava samband við eina livandi veru. Hetta verður ein góð løta og virkar við til, at næmingarnir uppliva lesingina at geva góða meining.

Granskararnir sóu í arbeiði sínum, at tað var neyðugt fyri børnini at fara inn í rolluspælið við hundinum sum lurtara.

Letur sum um hundurin skilur

– Av tí at lesiløtan fer fram í skúlanum, vita næmingarnir, hvat verður væntað av teimum. Og tann væntanin er so sterk, at hon ger, at tey góðtaka ”treytina”, at tey lata sum um, at hundurin skilir søguna, sigur Willbergh.

Fólkalívsdjórafrøði er eitt tvørvísindalig grein, sum kannar samskifti og samband millum «menniskju og onnur djór», sum Jensen lýsir tað.

– Í vesturlendsku mentanini hevur skilnaður verið millum menniskja og náttúru, og tað síggja vit avleiðingarnar nú við náttúrukreppuni, sum vit eru í. Tí er tíðin komin at endurskoða okkara viðurskifti við náttúruna. Hetta er fyrstu ferð, at kanning er gjørd, har vit sameina námsfrøði og fólkalívsdjórafrøði, sigur hann.

Kelda: forskning.no 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni