Tíðindi

Lesandi kenna til trýst frá foreldrum

Granskarar halda, at trýst frá foreldrum kann føra til perfektionismu.

30.06.2023

Tveir granskarar úr Stórabretlandi og USA hava kannað væntanartrýst gjøgnum 30 ár. Teir hava almannakunngjørt kanningina í tíðarritinum í Psychological Bulletin.

Í kanningini hava teir hugt at, í hvønn mun amerikonsk, kanadisk og bretsk lesandi kenna væntanartrýst frá foreldrum sínum. Granskararnir halda nevniliga, at stórt trýst kann føra til perfektionismu, og tað vekir stúran. Ein onnur kanning, sum somu granskarar almannakunngjørdu í Psycholigical Bulletin í 2019, vísir, at perfektionisma er eitt fyribrigdi, sum í størri og størri mun ger seg galdandi í USA, Kanada og Stórabretlandi.

20.000 lesandi

Nýggja kanningin er grundað á tvær metagreiningar. Tað vil siga, at granskararnir hava brúkt dátu frá gransking, sum longu er gjørd. Til samans hava teir tikið dátu, sum fatar um 20.000 lesandi.

Tað, teir hava funnið út av, vísir eina øking á 40 prosent gjøgnum 32 ár, tá ið talan er um væntanartrýst frá foreldrum. Granskarar halda, at hetta hevur ført til ein vøkstur í tí vit skilja sum perfektionisma. Teir halda, at ábyrgdin liggur ikki bara á foreldrunum. Heldur vísa teir á gongdina, sum hevur verið í Vesturheiminum yvir drúgva tíð. At krøv til útbúgving, trýst frá sosialum miðlum og einum samfelag, sum oftari vil hava meiri, hevur ávirkað væntanirnar hjá foreldrum. 

Fleiri sløg av perfektionismu

Granskararnir siga, at tað er púra normalt, at foreldur eru stúrin um børn síni. Tey vilja, at børnini skulu liva upp til krøvini, sum samfelagið setir.

– Men stúranin verður í størri mun fatað sum trýst at vera fullkomin, sigur Thomas Curran í einum tíðindaskrivi. Hann er ein av granskarunum í kanningini.

Væntanirnar frá foreldrum kunnu sostatt kosta nógv, um tær verða fataðar at vera ov stórar.

Perfektionistar skjótari útbrendir

Teir taka fram, at perfektionistar kunnu vera í vanda, tá ið talan er um sálarheilsuna. Eitt nú kann talan gerast um tunglyndi og angist. Tað er umráðandi at vísa á, at úrslitini í nýggju kanningini ikki kunnu førast yvir til øll lond. Nógv ljós hevur verið varpað á perfektionismu hjá ungum norðmonnum síðstu árini. Ofta verður tosað um ”avriksættarliðið”.

Ikki altíð samanhangur

Granskararnir, sum hava gjørt kanningina, halda, at væntanartrýstið er so stórt, at tað eigur at vekja ans. Men mann tó ikki siga púra fyri vist út frá hesi kanningini, at tað er samanhangur millum trýst frá foreldrum og økta perfektionismu, men eldri gransking hevur víst, at tey, sum eru rundan um børn og ung, til dømis foreldrini, eru týdningarmiklar fyrimyndir.

Eingin heldur, at avrik hevur mest at siga

Jan Frode Haugseth, granskari, sigur, at tað er stórt trýst í samfelagnum frá skúla, lestrarvegleiðarum, foreldrum og øðrum, at ungfólk skulu klára seg væl og gera tað rætta.

Men í kanningunum, hann sjálvur hevur gjørt, er tað eingin, sum sigur, at avrik hava alt at siga í lívinum.

– Um tey skulu velja, velja tey felagsskapin og tað sosiala. Tey halda, at tað at avrika er umráðandi, men tey hava kortini eina kritisk frástøðu til tað. Eingin viðgongur, at tað hevur mest at siga.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni