Tíðindi

Les við barninum - tað loysir seg

Gransking vísir, at lesa foreldur við børnum sínum dagliga svarar tað til fýra tímar eyka undirvísing í móðurmálinum um vikuna

03.06.2016

Ein kanning av 1500 næmingum í 2. og 3. flokki í skúlum í Århus í Danmark vísir, at hjálpa og stuðla tey vaksnu, sum eru rundan um børnini, børnunum í lesingini, so er nógv vunnið. Ein meting sigur, at lesa foreldur regluliga og dagliga fyri og saman við børnunum svarar tað til tveir eyka lærarar í flokkinum ella 4 tímar eyka undirvísing í móðurmálinum um vikuna í 4 mánaðir í 4. flokki. Tað vísir granskingarverkætlanin Read, sum Århus kommuna hevur latið gera í samstarvi við TrygFondens Børneforskningscenter við Aarhus Universitet og VIA University College.

Tine Nørregaard, ið er verkætlanarleiðari, er ovfarin av úrslitinum.

- Tað er ikki nýtt, at vit heita á foreldur at lesa einar 20 minuttir um dagin við børnunum, men eg eri ovfarin av, hvussu stórarn týdning tað hevur, sigur hon.

Tað er ikki so umráðandi, at børnini lesa rætt; tað verður ikki mett rætt at rætta børnini um tey lesa skeivt. Tað er nógv, sum hevur nógv størri týdning.

- Børnini skulu eggjast til at tíma at lesa og skilja tað, tey lesa. Tað er tað, sum hevur týdning, sigur Tine Nørgaard.

Kelda: dr.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni