Tíðindi
25.05.2016
Lektiukaféin á Giljanesi er fyrst og fremst ætlað næmingum í miðdeildini, sum eru næmingarnir í 4. til 6. flokk.
Síðan einaferð tíðliga í vár hevur lektiukaféin verið opin hvønn týsdag í tveir tímar í senn. Næmingarnir møta beint eftir skúlatíð og fáa hjálp við skúlatingunum.
Ætlanin við lektiukaféini er at fáa næmingarnar at gera skúlatingini tíðliga um dagin og ikki minst, at kaféin eisini skal virka sum eitt forum, her næmingarnir stuðla hvørjum øðrum.
Ætlanin er eisini at hjálpa næmingunum við skúlatingum, ið teir ikki klára at gera sjálvir og at eggja og stimbra soleiðis, at teir kanska fáa áræði at avgreiða skúlatingini sjálvir.
Í summum førum eru skúlatingini so mikið torfør, at foreldrini hjá næmingunum ikki eru før fyri at hjálpa teimum. Tað er tí uppgávan hjá lektiukaféini at veita øllum næmingunum javnbjóðis hjálp, soleiðis at øll hava sama møguleika at loysa eina torføra uppgávu.
Millum tríggir og átta næmingar í miðdeildini á Giljanesi møta til hvønn tíma á lektiukaféini.
Annbritt Toftegaard, skúlastjóri, heldur, at grundin til, at so fáir næmingar møta sum er, kann vera, at teir hava ikki rættiliga givið sær far um henda góða møguleikan at klára skúlatingini.
Ein lektiukafé kann elva til, at næmingurin hevur tað gott í skúlanum. Hon kann stimbra næmingarnar soleiðis, at eingin følir seg at vera uttanfyri, at øll eru næmingar og floksfelagar á jøvnum føti.
Í hvussu er hevur tiltakið við lektiukafé víst seg at vera eitt nyttugt og gevandi ískoyti í gerandisdagin hjá næmingum, sum hava roynt hana og royna hana, har hon er í landinum.
Tilboðið um lektiukafé, sum Elsa Birgitta P. Petersen, skúlastjóri í Hvalba, legði støðið undir longu í 2008, áðrenn hon fór frá í november sama ár, er, at skúlin við hesum tilboði vil geva næmingunum arbeiðshug og gott arbeiðslag. Skúlin vil geva næmingunum so góðar og kveikjandi umstøður sum gjørligt.
Tá í 2008 segði Elsa Birgitta P. Petersen, táverandi skúlastjóri í Hvalba:
"Okkara hugburður er, at tá tú ert fyrireikaður, fært tú sjálvsálit. Tað er ringt fyri sjálvsálitið ikki at vera fyrireikaður, serliga tá tú fegin vilt, men ikki dugir og ikki kann fáa hjálp. Einki ella vánaligt sjálvsálit kann elva til trupulleikar – bæði fakligar og sosialar – serliga hjá einum barni og einum unglingi. Heimið er ofta ikki ført fyri at hjálpa í øllum fakum, serliga tá børnini ganga í seinna undirvísingarparti av fólkaskúlanum".
Myndatekstur:
Annbritt Toftegaard, skúlastjóri á Giljanesi í Vágum, hevði viljað, at fleiri næmingar í miðdeildini komu á lektiukafé, sum er hvønn týsdag í tveir tímar í senn.
Tekstur: Sonne Smith