Tíðindi

Leiðbeiningarnar í námsætlanunum stóran týdning

Leiðbeiningarnar hava stóran týdning, halda vit; ikki minst hjá nýggja læraranum, sum enn ikki hevur so nógvar royndir. Lærarar hava spurt eftir leiðbeiningum, eins og tær gomlu lesiætlanirnar høvdu. Tað siga Sólvá Jónsdóttir, Emmy S. Joensen og Sonja Winthereig, sum arbeiða við námsætlanunum í Námi.

15.01.2025

Í leiðbeiningunum til lærararnar er væl gjørt burturúr at hava nógv dømi um arbeiðshættir, sum lærarar kunnu brúka í dýpandi læring.

- Í kjakinum eftir seinastu PISA-kanningina var nógv frammi um, at arbeiðshættirnir, sum verða brúktir í undirvísingini í støddfrøði, ikki samsvara so væl við tað, sum kannað verður í PISA. Næmingarnir fingu ikki so góð úrslit nevniliga tí, at teir ikki hava fingið undirvísing í tí, sum kannað verður. Nýggja rokniheildin, sum Nám hevur givið út, samsvarar væl við tað, sum PISA leggur seg eftir at kanna. Tá ið Nám ger av, hvat fyri tilfar skal gevast út, so verður kannað, hvat rørir seg í londunum rundan um okkum, hvørji rák eru og so framvegis, og tað samsvarar ofta við altjóða rák. Námsætlanin í støddfrøði samsvarar væl við PISA og altjóða rák. Somuleiðis námsætlanin í náttúru og tøkni, sum leggur upp til skapandi og kannandi arbeiðshættir, tað, sum upprunaliga var ætlanin við lærugreinini.

21.aldar førleikarnir eru reyði tráðurin í øllum námsætlanunum og leiðbeiningunum. Yvirskipað eru teir býttir í trý – tað fyrsta er grundleggjandi førleikarnir at lesa, skriva, rokna og síðan talgildisbúgving, sum er komið aftrat.

- Sumt er beinleiðis orðað í støðisnámsætlanini, men tað kemur eisini fram í fakligu námsætlanunum, ikki minst teimum, sum raka beint inn í støðisførleikarnar, so sum føroyskt og støddfrøði. Arbeiðshættir at læra at hugsa kritiskt og samstarva verður útgreinað í leiðbeiningunum. Triði parturin av 21. aldarførleikunum leggur seg eftir at arbeiða við at menna persónligu eginleikarnar, forvitni, treystleika, leiðarevni og slíkt. Hetta tekur aftur støði í støðisnámsætlanini. Annars eru granskarar ójavnir á máli um, hvat 21.aldarførleikarnir eru, og hvat hevur størst týdning at læra; ikki minst tá ið talan er um, hvat OECD eigur at blanda seg upp í av tí, sum fer fram í einum flokshøli. Vit hava roynt at lagt upp fyri hesum við at fevna breitt, sigur Emmy S. Joensen.

Nám gevur nógv undirvísingartilfar út á hvørjum ári, serliga til fólkaskúlan. Tey, ið arbeiða við dagføringunum av námsætlanunum, halda, at tilfarið sum heild er í góðum samsvari við tað, sum dagførdu námsætlanirnar leggja upp til.

- Sum heild er tilfarið í góðum samsvari við nýggjar skúlatankar og nýggj altjóða rák og sostatt dagførdu námsætlanirnar. Skulu tillagingar gerast, er tað smávegis. Yvirskipað er rákið í skúlabókagerð nú á døgum, at tað leggur seg eftir eini lærutilgongd; tað er, at tað er sjálv tilgongdin í læringini, sum er kjarnin í undirvísingini, heldur enn at lærarin leggur seg eftir at skapa ávís úrslit. Í so máta eru vit væl við.

Hvussu stóra ávirkan dagførdu námsætlanirnar fara at hava á undirvísingina, er ringt at meta um; tó eru tær tríggjar ivaleysar í, at leiðbeiningarnar, sum eru gjørdar til hvørja einstaka námsætlan, fara at hava nógv at siga.

- Leiðbeiningarnar hava stóran týdning, halda vit; ikki minst hjá nýggja læraranum, sum enn ikki hevur so nógvar royndir. Lærarar hava spurt eftir leiðbeiningum, eins og tær gomlu lesiætlanirnar høvdu. Leiðbeiningarnar hava eitt boð uppá, hvat tú kanst undirvísa í, hvørjar arbeiðshættir tú kanst brúka í ymsum samanhangum, og hvussu nógv og hvat næmingarnir kunnu lesa. So taka lærarar leiðbeiningarnar til sín, sum vit vóna, at teir fara, fara tær at hava ávirkan.

Nýggju námsætlanirnar standa ikki einsamallar, men eru partur av einum størri samanhangi saman við leiðbeiningum, undirvísingartilfari og skeiðum.

- Vit bjóða okkum fram at koma í skúlarnar at greiða frá námsætlanunum, bæði teimum fakligu og støðisnámsætlanini og tí, sum liggur til grund fyri dagføringini. Summir skúlar hava tikið av, men vit høvdu viljað, at fleiri gjørdu tað. Har, vit hava verið, hava kjakini um námsætlanirnar verið sera góð og gevandi, ikki minst tá ið vit hava útgreinað leiðbeiningarnar. Tað sigur okkum, at okkum vantar at miðla námsætlanirnar. Ognarskapurin í námsætlanunum hevur so sera nógv at siga; tað kunnu vit tryggja okkum við at greiða frá og hava skeið, tí sama hvat vit siga og gera í Námi, so eru tað lærararnir, sum skulu lyfta næmingarnar.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 6, 2024.

Mynd: iStock

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni