Tíðindi

Leiðari og starvsfólk eiga at samskapa námsfrøðiliga leiðslu

Í komandi viku verða tríggjar bókaframløgur av bók eftir Jóhannes Miðskarð.

28.02.2023

Jóhannes Miðskarð, PhD, undirvísti á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroyum í 10 ár í skúlaleiðslu og dagstovnaleiðslu. Fyri at taka saman um hesa starvsleið inahevur hann savnað megininnlitini um hesi viðurskifti í eina stutta bók.

Bókin er skrivað út frá føroyskum viðurskiftum. Hon er á enskum, tí skúlar og dagstovnar í øðrum londum eisini kunnu fáa gleði av vitanini.

Fyri at tilfarið kann verða nýtt í øðrum londum, verður gjølla greitt frá kontekstinum í Føroyum á fyrstu síðunum í bókini. Harnæst verður greitt frá, at leiðari og starvsfólk ganga fyri seg í námsfrøðiligum leiðslubløðrum í Føroyum. Hetta er ikki bara í Føroyum, men er funnið í nærum øllum londum.

Jóhannes Miðskarð vísir í bókini á, hvussu bløðrurnar kunnu møtast. Ikki smelta saman! Tá bløðrurnar møtast, kann námsfrøðiliga leiðslan í einum dagstovni ella skúla samskapast.

Bókin eitur “Relate and Educate – cocreating pedagogical leadership”. Her skal viðmerkjast, at orðið “education” á enskum eisini kann merkja “dannilsi” og ikki bert “útbúgving”, sum vit ofta umseta tað til.

Bókaframløgur vera í hølunum hjá Føroya Pedagogfelag mánadagin 6. mars kl. 20.00 í Tungugøtu 1 í Tórshavn, týsdagin 7. mars kl. 15.00 í hølunum hjá Føroya Lærarafelag í Pedda við Stein gøtu 9 í Tórshavn og mikukvøldið 8. mars kl. 19.00 á Klaksvíkar bókasavni.

Øll eru vælkomin.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni