Tíðindi

Latið børnini spæla

Tað er ikki tíðin, sum tú brúkar upp á telduspælið, sum ger av, um telduspøl er ein trupulleiki ella ikki. Skiljast má millum tey, ið spæla av hugi, og tey, ið eru bundin av spæli, heldur spælgranskari.

28.04.2016

Fyri stuttum kundu vit lesa í miðlunum, at tey, sum spæla nógv telduspøl, klára seg verri í skúlanum samanborið við javnaldrar, sum ikki spæla nógv. Samstundis vita vit, at tað situr eitt heilt ættarlið av ungfólki framman fyri ein telduskíggja ella við einum teldli og spælir spøl. 98 prosent av dreingjunum millum 9 og 16 ár spæla telduspøl í frítíðini, 90 prosent av gentunum somuleiðis, vísa norsk kanningartøl.

– Kanningin hjá okkum bendir á, at spælir tú nógv telduspøl, hevur tað negativa ávirkan á, hvussu tú klárar teg í skúlanum. Men vit vita ikki fyri vist, hvat kom fyrst, telduspælið ella teir vánaligu karakterirnir, sigur Mira Aaboen Sletten, ungdómsgranskari í Nova.

– Tað at spæla er ikki trupulleikin í sær sjálvum. Latið børnini spæla telduspøl, sigur Rune Mentzoni, sálarfrøðingur og granskari KoRus-Øst.

Hann heldur, at kanningar av teldunýtslu hjá ungum eigur at gera skilnað millum tey, ið spæla av hugi, og tey, ið eru bundin av spæli.

Meðan tann, sum er bundin av at spæla, fær sálarligur og sosialar trupulleikar, hevur spælið fyrst og fremst positiva ávirkan í lívinum hjá stórspælaranum. Báðir spælararnir spæla nógv, men úrslitið er ógvuliga ymiskt.

Granskingin, ið Mentzoni hevur staðið á odda fyri, vísir negativa ávirkan, so sum vánalig úrslit í skúlanum og tunglyndi; í høvuðsheitum fyri stórpælarar, sum eru bundnir av spæli. Tey, ið spæla av hugi, verða ikki ávirkaðir á sama hátt. Sálarfrøðingurin heldur tí, at tað er ikki sjálv tíðin, tú nýtir upp á telduspælið, sum er trupulleikin.

– So leingi barnið ella ungfólkið hevur eitt lív við ymiskum frítíðarlívi, nýtast foreldrini ikki at stúra fyri, hvussu nógv tey spæla telduspøl. Familjurnar mugu seta mørk og reglur, men telduspøl kann vera gott í lívinum hjá nógvum ungum, sigur Mentzoni.

Nova-granskarin heldur, at tað er ymiskt, hvussu væl ungfólk duga at takkla hetta at spæla nógv.

– Nógv ungfólk fáa lívið at hanga saman, hóast tey brúka nógva tíð til telduspøl. Men foreldur gerast stúrin, tá spælið verður ein forðing fyri, at tú gert annað, sigur Aaboen Sletten.

Hóast granskingin hjá Nova vísir verri úrslit í støddfrøði fyri stórspælararnar heldur spælgranskarin, at einstøk telduspøl kunnu gera spælararnir dugnaligari í fleiri lærugreinum.

– Sokallað skjótispøl og aktiónspæl venja ávísar partar í heilanum, soleiðis at ein gerst dugnaligari at taka ímóti upplýsingum og velja út, hvat er týdningarmikið. Tað eru eginleikar, sum eru góðir at hava í støddfrøði og øðrum lærugreinum, sigur Mentzoni.

Kelda: forskning.no

Mynd: Rannvá Egholm

Lesið greinina í fullari stødd á: http://forskning.no/2016/02/la-ungane-spele


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni