Tíðindi

Landsstýrismaðurin hitti tíggju skúlaleiðarar

Mánadagin 18. oktober var samkoma í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, har Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevði boðið nýsettu skúlaleiðarunum í fólkaskúlanum at vitja í Uttanríkis- og mentamálaráðið.

19.10.2021

Á samkomuni bar landsstýrismaðurin skúlaleiðarunum eina heilsan, har hann m.a. vísti á tað týdningarmikla starv, sum skúlaleiðarar røkja m.a. at hava umsorgan fyri og vera við til at menna einstaka næmingin. Landsstýrismaðurin og skúlaleiðararnir skiftu eisini orð um endurskoðanina av fólkaskúlalógini, sum byrjar í næstum, og umstøðurnar hjá næmingum, ið hava føroyskt sum annaðmál. Røðan kann lesast her: https://www.ummr.fo/fo/um-radid/landsstyrismadur/rodur-2021-jenis-av-rana/roda-a-samkomu-18-oktober-2021-fyri-nysettum-skulaleidarum-i-folkaskulanum/

Skúlaleiðararnir, sum eru settir í starv síðani í summar, eru:

Rudi Olsen, fyrstilærari, Kvívíkar skúli

Lilian Clementsen, fyrstilærari, Sands skúli

Leivur Frederiksen, fyrstilærari, Velbastaðar skúli

Tórgerð P. Joensen, fyrstilærari, Hósvíkar skúli

Alis Jóna Højsted, skúlastjóri, Vestmanna skúli

Berlys Nordendal, skúlastjóri, Fuglafjarðar skúli

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóri, Skúli á Argjahamri

Jacqueline L. Benzon, skúlastjóri, Sandoyar Meginskúli

Birna Gaard, einalærari, Fámjins skúli (tíðaravmarkað sett)

Hansa M. Glerfoss, Oyndarfjarðar skúli (tíðaravmarkað sett)

Marit Christiansen, útoyggjalærari, Kirkju-Hattarvíkar skúli (tíðaravmarkað sett)

(Marit Christiansen vantar á myndini.)

Kelda: ummr.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni