Tíðindi

Landsstýrismanninum við skúlamálum vantar dirvi

Tað er stórt vónbrot, at landsstýrismaðurin, sum hevur tosað um at raðfesta fólkaskúlan, nú velur at skerja fólkaskúlajáttanina. Tað sigur Jóhan M. Stenberg, formaður í Skúlaleiðarafelagnum.

29.11.2024

Verða 4,5 milliónir krónur tiknar frá fólkaskúlajáttanini í komandi fíggjarlóg, sum landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum ætlar, so fer tað at raka meint í allari skipanini. Tað er formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum, Jóhan M. Stenberg, ikki í iva um. Økini, sum verða rakt, eru flokslærara- og leiðsluøkið, royndar- og menningarvirksemið, miðfirraða undirvísingin og 10.floks eindirnar.

- At taka av miðfirraðu tímunum, sum verða brúktir til at hjálpa teimum næmingum, sum tørva eyka hjálp, er heilt burturvið. Miðfirraðu tímarnir kunnu bjarga nøkrum børnum, sum hava ilt ella tungt við at læra, ella sum tørvar okkurt eyka eitt tíðarskeið fyri at koma ígjøgnum vanliga fólkaskúlan. Skúlarnir royna við miðfirraðu tímunum at gera alt tað, teir kunnu at varðveita næmingarnar í skúlanum, og vit síggja skúlar, sum gera eitt fantastiskt arbeiði fyri at fáa hetta at bera til. Verða færri miðfirraðir tímar, troyttast skipanin og skúlarnir, og avleiðingin kann verða, at skúlar mugu senda næmingar víðari, og so enda teir í einum sertilboði. Tað er sera skuffandi at hoyra, at tað er hetta, sum landsstýrismaðurin ætlar.

Jóhan M. Stenberg sigur, at serflokkarnir, sum eru komnir kring landið, lofta nøkrum næmingum, men als ikki øllum, tí sertilboðini hava ikki fleiri pláss. Allir skúlar hava næmingar, sum hava ilt ella tungt við at læra, og sum hava torført við at koma í skúla og mistrívast.

- Hetta eru næmingar, sum ikki skulu í sertilboð. Ein diagnosa í sjálvum sær er ikki tað sama sum, at tú so hoyrir heima í sertilboði. Tað er altíð best at royna at fáa tað at bera til í skúlanum, har barnið er og at inkludera tað saman við børnunum, sum barnið kennir. Við eitt sindur av hjálp – frá miðfirraðu tímunum – kunnu vit lofta nógvum, men verða tímarnir skerdir, hava skúlarnir verri møguleikar at hjálpa. Børn kunnu verða send víðari, og tað leggur trýst á aðrar skipanir.

Eisini leiðslutíðin verður skerd. Arbeitt hevur verið við at leggja játtanarskipanina um og broyta hana soleiðis, at hon ikki er so viðbrekin, tá ið næmingatalið í einum skúla minkar við fáum næmingum. Síðstu tvey árini eru stigini, sum játtanin verður roknað eftir, gjørd eitt sindur smidligari í stigum; fyrstu tvey stigini eru framd.

- At broyta játtanarskipanina hevur stóran týdning fyri leiðslutíðina, tí skipanin, sum hevur verið í nógv ár, hevur elvt til stórar trupulleikar, tí skúlar kunnu missa fleiri hundrað leiðslutímar bara tí, at næmingatalið minkar við einum næmingi. Arbeiðið at broyta skipanin er farið í gongd, og ætlanin hevur verið at seta síðsta játtanarlykilin á næsta ár, men nú verður hetta steðgað, sum skilst. Tann nýggja játtanarskipanin skuldi koma í staðin fyri ta gomlu og tryggja eitt javnari býti av leiðslutíð roknað út fyri hvønn næming og fyri hvørt starvsfólk. Tað er serliga teir stóru og miðalstóru skúlarnir, sum mangla nógvar leiðslutímar, og nýskipanin skuldi bøta viðurskiftini nakað – tó ikki so nógv, at hon var perfekt, tí ætlanin hevur verið at byggja víðari upp á ta skipanina.

Nú leiðslutíðin fær eitt skot fyri bógvin, vantar formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum, at tað fer at verða upp aftur truplari at fáa fólk at søkja skúlastjóra- og varaskúlastjórastørv.

- Leiðslustørv eru lýst leys, og fáar umsóknir koma. Lærarar eru ikki áhugaðir at taka á seg leiðslustørv í skúlanum. Tað er eitt sera krevjandi starv; nógvir stjórar, serliga á minni skúlum, undirvísa rættiliga nógv. Og so eru tað allar hinar uppgávurnar, sum bara vaksa í tali og vavi. Bestlønta skúlastjórastarvið var nýliga lýst leyst, og bara fimm umsóknir komu. Um somu tíð fekk stjórastarvið í Rúsuni umleið 30 umsóknir.

Tosað hevur verið í nógv ár um flokslæraran, sum hevur alt ov lítla tíð til allar uppgávurnar, sum liggja í tí at vera flokslærari. Eisini flokslærarin verður skerdur.

- Tað er skammiligt, at flokslærarin verður raktur av sparingum. Flokslærarin er krummtappurin í hvørjum einasta flokki, tað er hann, sum skal fáa alt at bera til, hann er bindilið til heimini og til toymið, sum skal fáa alt at virka rundan um flokkin. At byrja at raðfesta flokslæraran, soleiðis sum landsstýrismaðurin gjørdi fyrst í hesum valskeiðnum, og síðan skerja økið aftur, er tað sama sum at siga, at hann meinar tað kortini ikki. Flokslærarastarvið er umfatandi við sera nógvum samskifti, og tað er hugsandi, at lærarar vilja siga hetta frá sær. Vit hoyra úr nógvum skúlum, at tað er trupult at seta flokslærarar við. Hetta fer at gera støðuna verri.

Tíggjundaflokseindirnar eru fækkaðar ígjøgnum nógv ár. Flestu eindirnar, sum eru, hava bygt upp spennandi og ymiskar breytaskipanir. Nú ætlar landsstýrismaðurin at fækka eindirnar upp aftur meiri. Formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum heldur, at skulu eindirnar fækkast, so skulu skúlarnir sjálvir taka stigið til tað.

- At skúlar taka seg saman um at skipa 10.floks eindir, tí tað er tað besta fyri næmingarnar á staðnum, er tað besta. Har fáir næmingar eru, gevur tað meining at flyta næmingarnar, men at taka grundarlagið undir eindum, sum rigga væl, er ikki gott stig. Tað er altíð óheppið at kroysta slíkt niður yvir skúlar, og tað er sjáldan, at nakað gott kemur burturúr. Signalvirðið at gera slíkt er øgiliga keðiligt. Landsstýrismaðurin átti heldur hugt at teimum 10.flokkunum, har sera fáir næmingar eru og latið eindirnar, sum eru bygdar upp síðstu árini, fingið frið.

Í sambandi við ætlaðu sparingarnar hevur landsstýrismaðurin sagt, at játtanirnar verða hækkaðar næstu fíggjarlóg, men tað heldur formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum er eingin trygd fyri.

- Tað hava vit hoyrt fyrr. Hvør sigur, at tað ikki verða sparingar aftur næsta ár? Tølini á botnlinjuni er reyð, og tað verða tey eisini næsta ár. Landsstýrismanninum við skúlamálum vantar dirvi; fólkaskúlin kostar – antin vil hann raðfesta fólkaskúlan og syrgir fyri, at vit fáa góðsku í skúlan og tíð til lærararnar at taka sær av børnunum – ella gera vit, sum hann ætlar nú, hann niðurraðfestir fólkaskúlan. At siga, at einki skal kosta, og at vit skulu arbeiða innan fyri somu karmar, vísir bara vantandi dirvi og er lítið framskygt. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at spara næsta ár? Tað, sum fólkaskúlin fær játtað, er bara til tað neyðturviliga og lógarbundna. Har er einki, sum vit kunnu taka burtur og tí einki at taka av. Eg stúri fyri, at tær broytingarnar, sum fara at verða gjørdar í fólkaskúlalógini, eisini fara at lukta av sparingum. Hvussu vit fáa ein betri skúla fyri næmingar og starvsfólk við hetta lag, síggi eg als ikki fyri mær. Tað hongur ikki saman, tá ið landsstýrismaðurin sigur, at hetta skal vera heimins besta land hjá børnum at vaksa upp í samstundis sum mann ikki gevur fólkaskúlanum nóg nógvar hendur, soleiðis at børnini koma væl undan og samstundis sum vit vita, at fleiri børn hava tað trupult. Fáa vit ikki fleiri hendur, verður tað trupult. Børnini hava brúk fyri tilknýtinum til ein vaksnan at koma ígjøgnum skúlan. Vit mugu hava í huga, at eitt barnalív gongur fyri tað mesta fyri seg í skúlanum – frá seks til sekstan-seytjan ár.

Áheitanin frá formanninum í Skúlaleiðarafelagnum til politikararnir, sum skulu taka endaligu avgerðina um skerjingina á fíggjarlógini 2025 er, at gera tað, sum stendur í samgonguskjalinum.

- Tá ið mann hevur sagt, at samgongan ætlar at raðfesta fólkaskúlan, so er at halda orð og geva fólkaskúlanum tað, honum tørvar. Um mann heldur, at mann raðfestir við at spara, so er mann bara í holt við at bróta niður. Politikararnir mugu gera sær greitt, hvat teir vilja. Eitt landsstýrisfólk var nýliga sent heim, tí viðkomandi hevði logið fyri tinginum. Her hava vit eina heila samgongu, sum hevur logið fyri Føroya fólki. Hetta líkist púrasta ongum. Vit, sum arbeiða í skúlanum, hava merkt til vantandi raðfestingarnar í fólkaskúlanum í nógv, nógv ár; tað byrjaði við, at lærarar ikki longur kunnu eta matpakka við børnunum og tað heldur fram við, at vit ikki longur kunnu menna nakað nýtt, og vit skulu ikki hava nokk av tímum til teirra, sum hava brúk fyri hjálp. Hetta fer óivað at leggja trýst á aðrar skipanir. Og so kann tað eita barnaverkætlanin og heimsins besta land hjá børnum at vaksa upp í. Tað nyttar lítið, um mann ikki sær, at mann skal arbeiða fram ímóti at gera tað til veruleika.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni