Tíðindi
23.10.2017
Í viðmerkingunum til uppskotið sigur landsstýriskvinnan, at “ávísar avbjóðingar hava verið við skipanini við landsroyndum, tí verður mælt til, at landsstýrismaðurin í ávísum førum kann víkja frá kravinum um at fyriskipa landsroyndir. Eftir fleiri óhepnar hendingar er tørvur á at eftirmeta og møguliga at endurskoða skipanina tøkniliga og námsfrøðiliga, herundir at orða hvat, hví og hvussu vit frameftir fyriskipa og gagnnýta eftirmetingar fólkaskúlans.”
Verður uppskotið samtykt, kemur tað í gildi frá 1. januar komandi ár. Uppskotið er sent til hoyringar hjá Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarafelagnum, Heim og Skúla, Kommunufelagnum, Fólkaskúlaráðnum. Hoyringarskrivini vóru ikki komin, tá ið uppskotið var latið tinginum.