Tíðindi

Landsroyndirnar mugu brúkast skilagott

Um tekstir, spurningar og uppgávur annars eru sambæriligar, so eiga hesar royndirnar eisini at vísa okkum, í hvønn mun vit klára okkum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

30.07.2024

Ongin ivi man vera um, hvat eg haldi um landsroyndir í náttúru og tøkni. Tað haldi eg meg havi skrivað um so mangan. Hóast mín besta sannføring er, at náttúru og tøkni-landsroyndirnar eiga at vera broyttar munandi ella heilt tiknar burtur, so meti eg, at støddfrøði og føroyskt royndirnar møguliga eiga at halda fram.

Støddfrøðisroyndirnar hava verið sambæriligar øll árini, tí vit kunnu við rímiligari sikkurheit samanbera úrslitini, og á tann hátt síggja, um vit gerast betri, standa í stað ella klára okkum verri, sum árini hava gingið. Føroyskt royndirnar hava fingið ójavna umtalu. Sjálv havi eg ikki undirvíst í føroyskum, og fái tí illa úttalað meg, men eg hugsi, at um tekstir, spurningar og uppgávur annars hava verið sambæriligar, so eiga hesar royndirnar eisini at vísa okkum, í hvønn mun vit klára okkum.

Tað hevur týdning, at tekstir og uppgávur eru tíðarhóskandi. Okkurt árið hevur royndin í føroyskum fingið nógva umtalu, tí teksturin, sum brúktur hevur verið, hevur verið nakað langt frá samtíðini. Sjálvandi skulu næmingarnir læra at lesa bæði samtíðartekst og eldri tekstir, men um vit hugsa um, hvønn týdning tað hevur at fanga lesigleðina hjá næmingunum, so er samtíðartekstur oftast tað, sum fangar best, og tí er hetta tað, næmingarnir kenna best, serliga í yngru flokkunum. Tí hevur tað týdning, at teksturin til landsroyndina ikki er ov ótíðarhóskandi.

Ein tekstur, ið var nógv umrøddur, var ”skaðagrindin í Sandvík”. Um vit hugsa um, hvussu nógvar útlendskar næmingar, vit hava í dag, í mun til bara fyri 10 árum síðan, og samstundis hugsa um, hvussu samfelagið er broytt munandi, tá ið tað ræður um grind, frá at allir næmingar fáa frí, tá grind er, til at grind er nakað, sum møguliga bara helmingurin av føroyingum fáast við, so er ikki óhugsandi, at næmingarnir als ikki kenna seg aftur í einum slíkum teksti.

Sjálvandi eiga vit at kanna lesiførleikar, lesifatan og tað, sum har til hoyrir. Á sama hátt sum vit í støddfrøðini kanna ymisku førleikarnar. Tó eiga vit at laga okkum tað soleiðis, tá vit gera royndir, at tað liggur so nær undirvísingini, sum til ber. Hetta merkir, at tá næmingurin er til roynd, ber hann kenslu við tær uppgávur, hann skal loysa og hevur møguleika at lesa og skilja tekstin.

Fara landsroyndirnar at halda fram, so vóni eg, at hugsað verður um at laga royndirnar til næmingarnar og til ta undirvísing sum, er, heldur enn at undirvísingin verður løgd til rættis eftir landsroyndunum. Eg ivist onga løtu í, at lærarar altíð hava kannað og eftirmett sína undirvísing, við at gera ymiskar royndir fyri at síggja, um næmingarnir nú hava lært tað, sum hugsanin var. Við landsroyndunum hava vit møguleika at eftirmeta um alt landið. Latið okkum brúka hetta skilagott.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni