Tíðindi

Landsroyndirnar ikki broyttar í hesum skúlaárinum

- Ætlanin er at hava aðalorðaskifti um fólkaskúlan í Løgtinginum beint eftir ársskiftið, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.

04.12.2023

Frammi hevur verið, at møguliga skal skipanin við royndum og landsroyndum broytast. Arbeitt hevur verið hesum, men lítið hevur verið at hoyra um, hvussu gongur við hesum.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálaráðið, sigur við Skúlablaðið, at tað verður framvegis arbeitt við hesum. Eisini er greitt, at skipanin við landsroyndum verður ikki broytt í hesum skúlaárinum.

Arbeitt hevur verið við at endurskoða royndir og landsroyndir, og tú hevur áður verið frammi og sagt at hetta er arbeiði, ið fer fram og er ávegis. Hvussu gongur við hesum?

- Arbeiðið við at endurskoða skipanina við royndum og landsroyndum er ikki komið so langt enn, men verður framvegis fyrireikað í fyrisitingini.

Nær kann væntast eitt úrslit og kanska ein avgerð í hesum arbeiðinum?

- Ætlanin er at hava aðalorðaskifti um fólkaskúlan í Løgtinginum beint eftir ársskiftið. Tað er við støði í áliti, sum er skrivað um møguligar broytingar í fólkaskúlalógini, sum var handað í mai í ár. Við grundarlagi í hesum verða ætlandi fleiri broytingar gjørdar í fólkaskúlalógini. Tað er møguligt, at endurskoðanin av royndum verður ein partur av hesum, men tað er ikki vist. Ætlanin er, at broytingar og tillagingar í fólkaskúlalógini fara at verða gjørdar í fleiri stigum.

Nú eru kanska einir tríggir mánaðir til landsroyndirnar í 4. og 6. Flokki, og lærarar eru helst farnir at undirvísa við hesum í huga, nú onki frættist frá arbeiðinum við møguligum broytingum á økinum. Er hetta ikki ein snávingarsteinur, sum roynt hevur verið at sleppa undan?

- Tað verða ikki gjørdar broytingar við skipanini av landsroyndum í 4. og 6. flokki í hesum skúlaárinum. Fyri at broyta landsroyndirnar krevst ein lógarbroyting. Skúlarnir skulu eisini kenna broytingarnar í góðari tíð, áðrenn tær verða broyttar. Tað er ásett í fólkaskúlalógini § 14, stk. 5, at landsstýrismaðurin skal skipa fyri landsroynd í føroyskum, støddfrøði og náttúrulærugreinunum á 4. og 6. floks stigi. Landsroyndirnar skulu saman við støðuroyndum vera ein liður í arbeiði skúlans at eftirmeta undirvísingina. Í lógini er eisini ásett, at foreldrini skulu verða kunnað um úrslitini av lands- og støðuroyndum. Á heimasíðuni hjá Nám undir Próvstovuni ber til at síggja frágreiðingarnar, sum eru skrivaðar frá landsroyndunum frá 2008 til 2023.

 Tekstur: Dagfinn Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni