Tíðindi
02.06.2016
Landsroyndirnar komu á sinni í kjalarvørrinum av fyrstu PISA-undankanningini, ið veruliga loypti hvøkk á, tí føroyskir næmingar lógu í botni í øllum lærugreinum samanborið við næmingar úr øðrum londum. Endamálið við landsroyndunum var at lyfta fakliga stigið í rokning, lesiførleika og náttúru og tøkni. Nógvir lærarar hava verið ivasamir í tí gagnliga við at hava landsroyndir; fleiri hava víst á, at eitt vandamál við hesum royndunum er, at undirvísingin verður ov nógv lagað eftir, at skúlarnir klára seg væl í landsroyndunum. Men hava lærarar verið ivasamir um at taka lut í landsroyndum, so er størri ivasemi, tá ið talan er um PISA.
- Úrslitini av landsroyndum og PISA siga einki um, um skúlin er vánaligur ella góður; úrslitini siga bara, hvussu júst árgangurin, sum hevur verið til roynd, klárar seg, tí árgangir kunnu vera ymiskir. Landsstýrismaðurin, sum setti landsroyndirnar í gildi, gjørdi tað fyri at lyfta stigið á PISA-kanningunum. Spurningurin er, um tað er hent. Eftir fyrstu PISA-kanningina vórðu 45 tilmæli gjørd, sum høvdu til endamáls at bøta um undirvísingina. Síðan eru fleiri komin afturat, og kortini flyta vit okkum bara spakuliga upp eftir stiganum. Komandi vetur verður úrslitið av nýggjastu PISA-kanningini alment. Vísir tað seg aftur tá, at okkara næmingar ikki klára seg betur samanborið við seinastu kanning, kunnu vit siga, at landsroyndirnar ikki hava havt ta ávirkanina sum ætlað. Tá ið talan er um PISA, fáa vit at vita, í hvørjum triðingi vit liggja; líknandi kundi verið galdandi fyri landsroyndirnar. Vit kunnu samanbera okkum við bæði restina av heiminum og við hini Norðurlondini, tá ið talan er um PISA, sigur Dagbjartur Debes, námslektari á Námsvísindadeildini.
Sambært lógini áliggur tað skúlaleiðaranum at viðgera úrslitini frá landsroyndini saman við einstøku lærarunum og leggja ætlan fyri, hvussu neyðugar ábøtur skulu fremjast. Dagbjartur Debes heldur, at ein partur av skúlunum ikki megnar at gera ábøtur á úrslitið frá landsroyndunum.
- Vit síggja dømi um skúlar, sum megna at lyfta seg fakliga ár fyri ár, tí úrslitini gerast betri, men vit síggja eisini tað øvuta, at flokkar, sum klára seg nøkulunda í fjórða flokki, tvey ár seinni klára seg væl verri í 6. flokki, og somuleiðis flokkar, sum klára seg undir miðal, og tvey ár seinni liggja á sama stigi.
Lesið grein í nýggjasta Skúlablaði um evnið.