Tíðindi
06.10.2016
Næmingarnir eiga ikki at uppliva ta strongd, sum landsroyndirnar hava við sær. Landsroyndirnar eru bara ein støðumynd. Landsroyndirnar eru ov fjarar frá vanligu undirvísingarstøðuni, og ov nógvar villur eru í. Tær geva ov nógv niðurløg, eru ov torførar, verða ikki nýttar til nakað munagott, spegla ikki gerandisdagin, fylla og ávirka ov nógv, og ov nógv tíð fer til at fyrireika landsroyndirnar. Hetta er í stuttum tað, lærarar, sum ikki dámar landsroyndirnar, siga um landsroyndirnar. Vibeke Michaelsdóttir, ið tók prógv sum lærari í summar, viðgjørdi í endaligu ritgerð síni á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum landsroyndirnar í føroyskum. Hon hevur verið í sambandi við gott hálvt hundrað lærarar, sum eitt nú eru spurdir, hvørt landsroyndirnar gagna næmingunum og undirvísingini, um landsroyndirnar ávirka undirvísingina, um landsroyndirnar eiga at vera talgildar, um tær læra næmingarnar at hugsa sjálvstøðugt og annað.
Flestu lærarar, sum hava svarað, hava undirvíst í nógv ár, 23,6 prosent millum 6 og 10 ár og 30,9 prosent millum 21 og 30 ár. Helmingurin av teimum, sum hava svarað, hava havt næmingar, sum hava verið til landsroynd í ár. Ikki færri enn 67,3 prosent av teimum spurdu halda, at landsroyndirnar gagna ikki næmingunum, og nærum sama tal, 72,7 prosent halda, at tær gagna ikki undirvísingini. Flestu lærarar, sum hava svarað, halda, at landsroyndirnar hava ov stóra ávirkan á undirvísingina, 89,1 prosent.
Lærarar, sum eru fyri landsroyndunum, vísa hinvegin á, at landsroyndirnar geva næmingunum eina fatan av, hvat royndir eru fyri nakað; summir siga, at landsroyndirnar halda næmingunum til og eggja teimum til læring, at teir halda fokus, geva teimum eina mynd av, hvar teir eru fakliga, at tær lyfta fakliga stigið og eru við til at avdúka, um næmingurin hevur lært tað, hann skal sambært lesiætlanunum. Landsroyndirnar avdúka eisini veikar síður, so hjálp kann setast inn.
Lesið samrøðu við Vibeke Michaelsdóttir, lærara, í Skúlablaðnum, sum kemur í morgin.