Tíðindi

Landsroyndirnar fingu dumpikarakter

Orsøkin til vánaliga úrslitið skal neyvan finnast í manglandi førleikunum hjá næmingunum. Nógv heldur skal orsøkin finnast í manglandi førleikunum hjá teimum, sum hava royndirnar um hendi. Tey hava ikki sett seg nóg væl inn í, hvussu royndirnar skulu loysast. Gitte Klein, lærari og varaskúlastjóri, skrivar

03.06.2016

Herfyri komu boðini um, at landsroyndirnar hjá 4. og 6. flokki vóru sera væl hepnaðar - alt hevði gingið væl. Eg gjørdist sera bilsin, og tað rokni eg við onnur við mær eisini vórðu, tá eg frætti hesi tíðindi, tí hetta var als ikki tann myndin, eg hevði av royndunum.

Ikki tí, um endamálið við royndunum var at fáa tøknina at rigga, so gamaní vóru fáir trupulleikar, sum vit ikki høvdu roynt áður. Ella um endamálið var at tryggja, at næmingarnir skuldu klára seg illa og í mongum førum fara úr royndarhølinum við eini neiligari kenslu bæði mótvegis royndum og egnum avriki, so eydnaðust royndirnar til eitt 12-tal.

Skuldu royndirnar hinvegin siga nakað um fakliga støðið hjá næminginum, soleiðis at lærarin kann snikka eina næmingalagaða undirvísing saman til ávísa næmingin, og á henda hátt menna hann, má sigast, at royndirnar dumpaðu, og tað so dyggiliga. Fokusið í landsroyndunum var ikki at meta um fakliga støðið hjá næminginum, men hinvegin sýna allar tær snildir, sum liggja í tøknini, uttan at taka fyrilit fyri, um hetta hjálpir næminginum í royndarstøðuni, ella um tað órógvar. Royndirnar, og sertakliga tær í nátturu og tøkni, bóru dám av at vera óneyðugt, tøkniligt glitur uttan veruligt innihald.


Felags fyri allar royndirnar
Fari her at lýsa, hví eg meti, at einstøku royndirnar dumpaðu, men fyrst fari eg at vísa á nøkur viðurskifti, sum vóru felags fyri allar royndirnar. Trupult var at loysa fleiri uppgávur, tí spurningur og svarmøguleikar ikki vóru á somu síðu. Hetta merkir, at næmingurin, fyri at svara spurninginum rætt, noyðist at skrolla aftur og fram, fyri at finna rætta svarið. Til dømis var ein spurningur í lesifatan til 4. flokk ein uppskrift upp á kokosmakrónir, har næmingurin skuldi siga, hvussu nógv tilfar skuldi í.

Av tí at venjingarnar eru tiknar av netinum aftur, havi eg ikki atgongd til konkreta spurningin og improviseri svarmøguleikarnar eitt sindur:

4 egg, 250 g. av sukri, 400 gr. av mjøli

3 egg, 225 gr. av sukri og 375 g. av mjøli

4 egg, 400 g. av mjøli og 225 g. sukri

Sum sæst er lítil munur á svarmøguleikunum, og tí er alneyðugt, at teir verða lisnir saman við sjálvari uppskriftini, men hetta var ikki møguligt, og tí máttu næmingarnir skrolla aftur og fram millum spurning og svarmøguleika. Spurningurin hevði verið lættur at svara, um næmingurin hevði havt uppskriftina framman fyri sær, og soleiðis kundi lisið svarmøguleikar og spurning samtíðis á pappíri. Men Próvstovan metti ikki, at tað var neyðugt hjá fjóðra flokki at fáa tekstin á pappíri. Eg havi fyrr víst á gransking, sum er gjørd á økinum, og sum týðiliga vísir, at næmingar hava nógv truplari at lesa tekst á skermi, millum annað tí teir missa yvirblikkið, tá teir skrolla aftur og fram (Mangen, 2013 Reading linear text on paper versus computer screen. Effects on reading comprehension). Yngri næmingurin er, lættari missir hann yvirblikkið, og hetta er eisini galdandi, tá tað snýr seg um roknistykkir, har tú skalt spegla og hevur fleiri ymiskar møguleikar at velja ímillum. Næmingurin sær ongan møguleika saman við myndini av tí, sum speglast skuldi. Tílíkir spurningar koma eisini fyri í náttúru og tøkni. Eftirsum endamálið við royndini er at geva læraranum eina mynd av, hvat næmingurin dugir/skilir av tí, sum hann lesur, er tað púra burtur við at skipa eina roynd á ein hátt, sum gransking týðiliga vísir, gongur út yvir teirra fatan. Tí eigur tað altíð at vera møguligt hjá næmingi at fáa tekstin út á pappír og svara á telduni – um mann ynskir skjótt svar.
 

Náttúra og tøkni í 6. flokki
Størstu og flestar atfinningar fær royndin í náttúru og tøkni, sum í núverandi líki als ikki hóskar seg at verða talgild.

Tá náttúra og tøkni gjørdist vanlig lærugrein í skúlanum, varð lagt upp til, at næmingurin skuldi koma nærri nátturuni og á henda hátt undrast á og skilja, hvussu náttúran virkar. Einastu føroysku bøkurnar, sum gjørdar eru í lærugreinini, leggja upp til, at næmingar fara út í náttúruna og ogna sær vitan um hana. Nú landsroyndirnar eru vorðnar talgildar, er greitt, at náttúruparturin í lærugreinini er tikin úr, og eftir stendur tøknin, tí tað er í grundini tað, sum lærugreinin er farin at snúgva seg um.

Tað, sum eyðmerkti hesar og undanfarnu landsroynir, var, at tær eru á tremur við uppgávum, sum krevja, at næmingurin skal finna fram eina vitan, sum annaðhvørt finst á [ http://snar.fo ]snar.fo ella google. Næmingurin skal fleiri ferðir hyggja eftir filmum ella lurta eftir ljóðbrotum, sum eru partur av uppgávuni, men sum í veruleikanum einans órógva og taka tíð. Tað hevði verið nógv skjótari, í eini roynd, har tíðin er í fokus, at sligið svarið upp í bókini. Men eftirsum filmurin er har, hyggja næmingar sjálvandi at honum, av ótta fyri, at filmurin vísir eitt øðrvísi svar.

Velur mann, sum í royndini til 6. flokk, at hava filmsbrot, sum íalt taka 6 minuttir og 14 sekund, tá tey verða spæld eina ferð, umframt ljóðbrot, sum eisini tóku sína tíð, má mann hugsa við sær sjálvum, at meiri tíð má setast av til hetta. Harumframt var góðskan á onkrum filmi vánalig, eins og eini filmurin um blóðrenslið var á donskum. Júst hesin spurningurin hevði verið sera lættur at svarað, um næmingurin hugdi í bókina. Mín spurningur er tí, hví í verðini lata næmingum ein danska film um eitt so torskilt evni sum blóðrenslið, í eini føroyskari roynd, sum var fullkomiliga óneyðugur, uttan so, at mann vildi vísa á snildu tøknina? Tað hevði tikið munandi minni tíð, og tað hevði verið lættari hjá næminginum at svara, um spurningurin var settur uttan film.

Í 4. flokki høvdu tey einans 45 minuttir til royndina, og har fingu tey enntá eitt fullkomiliga óneyðugt telduspæl. Serliga veiku næmingarnir eru í vanda fyri at droyma seg burtur í spælinum, og nýta tíðina til spælið, heldur enn at loysa uppgávuna.

Ein partur av royndini er, at næmingurin skal meta um, hvør fuglur eigur ávíst fuglaljóð. Hann fær nakrar fuglar at velja millum. Næmingurin fer inn á [ http://svar.fo ]svar.fo og skal lurta eftir ljóðunum, og síðan svara rætt. Trupulleikin gerst rættiliga stórur, tá næmingurin ikki finnur fuglin á [ http://snar.fo ]snar.fo, tí heitið í royndini, og heitið á snar eru ymisk eitt nú gráspurvur og spurvur.

 
Kort

Ein spurningur snúði seg um jørðina. Tá tú flutti músina yvir á jørðina, foldaði hon seg út, og trupult er at finna leiðina aftur. Tað má vera eitt krav, at myndin er fryst, so at hetta ikki kemur fyri í uppgávum, tí tílíkt flytur fokus og tekur tíð, og har er jú eingin tíð at taka av.

Næmingar skuldu svara einum kort spurningi. Kortið var sjálvandi talgilt og spurningurin var, um Føroyar liggur millum Hetland og Noreg. Men líkamikið hvussu tú soomaði inn á kortið, fann eg ikki Hetland. Hví? Jú, tí Hetlandi ikki var á kortinum. Aftur ein uppgáva, sum tekur alt ov nógva tíð, og lættliga kundi verið loyst, um næmingurin hugdi í atlasið, heldur enn kortið, sum uppgávan legði upp til, at hann nýtti. Hesin spurningur kom fyri bæði í 6.- og 4. flokki.

 
Støddfrøði
Í 4. flokki skuldu næmingar finna 71 svar upp á 45 minuttir. Hetta svarar til, at teir hava 38 sek. til hvønn spurning. Í sætta flokki var støðan eitt sindur betri, tey skuldu einans finna 79 svar í 60 minuttir. Viðmerkjast skal, at fleiri stykkir vóru lesistykkir, sum næmingurin skal lesa og skilja, áðrenn hann kann rokna.

Eg fari at viðmæla, at næmingar fáa uppgávur út á pappír, so sleppast kann undan, at teir skulu skrolla aftur og fram, tá teir eitt nú skulu meta um, hvørt svar av fleiri ymiskum er tað rætta. Tað er fløkjasligt og órógvar næmingar meiri enn gott er at skrolla ímillum. Teir missa yvirblikkið sambært áðurnevndu gransking.


Føroyskt
Í føroyskum vóru eitt nú spurningar í lesifatan, sum góði lesarin kundi skilja á tveir hættir; tó var bert tað eina svarið rætt. Tað eigur ikki at koma fyri í spurningum til 4. flokk, og fyri so vítt heldur ikki í eldru flokkunum, at næmingar skulu velja millum svar, har fleiri kunnu vera røtt, uttan so at hetta verður viðmerkt í royndini. Skipanin eigur at kunna góðtaka bæði svarini.

Í lesifatan vóru eisini spurningar um mállæru. Lesifatan hevur einki við mállæru at gera. Tú kanst skilja ein tekst, uttan at tú veitst, hvar lýsingarorðið stendur. Ynskir mann at kanna mállæruførleikar, eigur royndin at skifta heiti til eitt nú máluppgávu. Næmingar vóru ikki fyrireikaðir til mállæruspurningar í royndini, sum skuldi kanna lesifatan.

At stavivillur eru í uppgávum, sum gera, at orð broyta meining, er eisini sera óheppið. Næmingar nýttu óneyðuga tíð at finna út av, hvat miðalvarping er, tí tey kenna bert heitið meðalvarping.

Feilir vóru í upplestrinum í fyrisøgnini, soleiðis at okkurt orð varð lisið ov nógv. Viðvíkjandi upplestri er tað týdningarmikið, serliga hjá ungum næmingum, at tey eru von við dialektina, sum lesur. Nógv hava funnist at, at næmingar ikki hava kenst við nøkur orð, sum vórðu lisin. Eftirsum næmingarnir eru so ungir, eigur mann at umhugsa, um lærarin, sum vanliga hevur tey, skal lesa upp, meðan tey skriva á teldu.

 
Landsroyndirnar dumpaðu
Sambært medianini kláraðu næmingar kring landið seg illa serliga í náttúru og tøkni og støddfrøði. Orsøkin til vánaliga úrslitið skal neyvan finnast í manglandi førleikunum hjá næmingunum. Nógv heldur skal orsøkin finnast í manglandi førleikunum hjá teimum, sum hava royndirnar um hendi. Tey hava ikki sett seg nóg væl inn í, hvussu royndirnar skulu loysast, og hvat tað krevur av næminginum, og hvussu tíðarkrevjandi uppgávurnar í veruleikanum vóru. Tey hava heldur ikki gjøgnumhugt uppgávurnar nóg neyvt.

Tað, at so nógvir næmingar klára seg so illa til eina roynd, ger als onki gott fyri næmingin. Tvørturímóti eru royndirnar við til at bróta niður næmingarnar.

Í mínari verð dumpaðu landsroyndirnar, tí tær tóku ikki atlit til ta upplivingina, sum næmingurin skuldi sita eftir við. Í grundini tóku landsroyndirnar als ikki atlit til brúkaran. Eg haldi, at tað er av alstórum týdningi, at mann tekur viðmerkingarnar til sín, soleiðis at brúkarin fær eina jaliga uppliving, tí royndir í sær sjálvum vera settar í samband við nakað neiligt. Síðani farið varð undir talgildar royndir, hevur dentur verið lagdur á at fáa tøknina at rigga. Nú eiga vit at flyta fokus á tað innihaldsliga, sum altíð eigur at hava hægstu raðfesting. Haldi stundin er komin, at vit gera okkum greitt, hvønn skúla vit ynskja. Tað er givið, at nógvir næmingar kundu sloppið undan eini vónloysiskenslu og einari neiligari sjálvsmynd. Latið næmingarnar sleppa at undrast á, og latið lærarar gera sína egnu eftirmeting av ungu næmingunum, tá teir meta, at tað er neyðugt at gera hesa metingina. Vit kunnu gera broytingar nógvum øðrum økjum, sum heilt víst elva til eina menning av næmingum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni