Tíðindi
22.11.2024
Landsroyndirnar eiga ikki at halda fram í verandi líki. Tað er niðurstøðan í frágreiðingini hjá Fólkaskúlaráðnum; frágreiðingin var handað landsstýrismanninum við barna- og útbúgvingarmálum í oktober. Í frágreiðingini verða ymisk viðurskifti viðvíkjandi landsroyndunum lýst, og hon endar við nøkrum tilmælum um, hvat eigur at verða gjørt. Formaður Føroya Lærarafelags, sum eisini er limur í Fólkaskúlaráðnum, heldur, at landsroyndirnar eru vánaligt eftirmetingaramboð hjá læraranum, sum í øgiliga lítlan mun kann brúkast sum grundarlag undir víðari menning av undirvísingini í flokkinum.
- Landsroyndirnar komu, tí táverandi skúlamyndugleiki vildi hava royndir fyri at síggja, hvussu tað stendur til fakliga hjá einstaka skúlanum, næminginum og fólkaskúlanum sum heild. Tær eru mestsum bara eitt amboð hjá skúlamyndugleikanum. Men hetta er óneyðugt, eftir mínum tykki. Ístaðin fyri landsroyndina kunnu landsins skúlamyndugleikar hava álit á lærarunum og skúlunum, at teir gera sítt arbeiði. Eg eri greiður yvir, at politikararnir ikki vilja av við landsroyndirnar, so skulu vit hava tær, so mugu tær endurhugsast, tí soleiðis, sum tær nú eru, órógva tær nógv og gagna læraranum og næminginum lítið og einki. Vit kunnu til dømist hyggja uttanlands og vita, hvussu tey skipa sínar landsroyndir. Í Danmark eru tey farin bara at kanna, um næmingar hava lært útvald grundleggjandi øki og partar í útvaldum lærugreinum, heldur enn at gera kanningar í øllum pørtum av lærugreinini, sum vit gera. Tað er nógv skynsamari. Og í Íslandi og Finnlandi hava tey als onga landsroynd.
Í frágreiðingini hjá Fólkaskúlaráðnum verða aðrar útlendskar kanningar nevndar sum dømi um kanningar, har endamálið er at gera samanberingar millum lond – eitt nú PEARLS, TIMMS og aðrar.
- Tað eru nakrar kanningar, ið samanbera millum lond, líknandi sum PISA-kanningin. Skulu vit fara við í hesar, so má tað vera tí, at vit ætla at nýta úrslitini frá kanningunum at menna fólkaskúlan. Hyggja vit til PISA-kanningina, so verða kanningarúrslitini lítið og einki nýtt. Eg haldi ikki, at tað er løtan at raðfesta slíkar kanningar, tá ið tað er so nógv, sum manglar hjá okkum. Eg haldi, at vit heldur skulu gera, sum tað stendur í fólkaskúlalógini, og tað er at menna støðuroyndir, sum lærarin kann nýta aftrat síni undirvísing.
Grein 14, stk 5 í fólkaskúlalógini sigur, at støðuroyndir og landsroyndir skulu vera ein liður í arbeiði skúlans at eftirmeta undirvísingina. Støðuroyndir eru royndir, sum lærarin kann gera í undirvísingini fyri at finna út av, hvat næmingarnir hava lært, og hvussu undirvísingin kann skipast út frá hesum.
- Ætlanin var eisini at menna støðuroyndir, tá landsroyndirnar komu, men hetta arbeiðið er ongantíð gjørt. Seinni eru lesiroyndirnar komnar, sum verða nógv brúktar. Støðuroyndir eru hent amboð hjá læraranum at nýta í undirvísingini fyri finna út av, hvat einstøku næmingarnir hava lært og ikki, soleiðis at undirvísingin kann skipast og tillagast eftir hesum. Hetta egna landsroyndirnar seg als ikki til, tí tær eru so stórar og fevna um alt, og lærarin sær ikki av teimum, um einstaki næmingurin tørvar at læra okkurt ávíst ella betur í pørtum av lærugreinini. Harumframt haldi eg heldur ikki, at næmingar skulu til próvtøku og fáa karakter í 4. og 6. flokki. Sum er skulu skúlarnir kunna foreldrini um fakligu úrtøkuna hjá barni sínum í landsroyndini; hvønn karakter teirra barn fekk, hvat miðal var í flokkinum og miðal fyri landið. Tað er ikki í lagi, at so ungir næmingar sum í fjórða og sætta flokki fáa karakter, og hvussu vit venda og snara tað, so er landsroyndarúrslitið hjá næminginum tað sama sum ein ávegis próvtøka í 4. og 6. flokki við karakterum. Foreldur eiga sjálvsagt at fáa at vita, hvussu tað gongur hjá børnunum, bæði hvussu skúlagongdin gongur, og hvussu tað gongur við fakligu menningini, men tað kunnu tey fáa við samrøðum við læraran, sum kennir sínar næmingar út frá dagligu undirvísingini og frá t.d. støðuroyndum, sum lærarin kann brúka í undirvísingini. Skuldi eg sagt, hvat av tilmælunum landsstýrismaðurin eigur at raðfesta, so er tað at gera raðfesta at gera støðuroyndir, tí tær kunnu gera mun.