Tíðindi
27.03.2017
Undanroyndirnar til landsroyndirnar í ár kundu og áttu havt gingið betur; tá ið næmingar vóru til undanroynd í januar, gekk ambætarin fyri, og royndirnar máttu steðgast. Roynt var aftur í mars, og tá gekk eftir ætlan. Avgerð er tí tikin um, at 4. flokkur fer til landsroynd 2.-3. mai og 6. flokkur 2.-4. mai, og tær verða talgildar á svar.fo.
- Saman við veitaranum hjá okkum hava vit gjørt nakrar tillagingar, til dømis tvífaldað maskinorkuna umframt gjørt nakrar tillagingar í, hvussu dáturnar ferðast millum skúlarnar og veitararnar, vit brúka í sambandi við royndirnar; hetta skuldi fyribyrgt, at vit renna okkum í fløskuhálsar. Vit hava havt fleiri royndarumfør við nýggju maskinorkuni; síðan hava vit eftirmett saman við skúlunum; royndarumførini hava riggað uttan trupulleikar, sigur Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni.
Próvstovan stendur fyri nógvum royndum og kanningum á hvørjum ári, og tær flestu ganga væl og uttan trupulleikar. Tá ið trupulleikar hava verið, hava teir verið ymiskir.
- At vit máttu steðga við undanroyndini, sum var í januar, hevði einki við skúlarnar at gera, men komst av viðurskiftum hjá okkum sjálvum á Próvstovuni og okkara veitarum.
At bakka aftur til at hava royndirnar á pappíri, sum onkur hevur skotið upp, er eingin loysn, heldur stjórin á Próvstovuni. Vísir tað seg, tá ið landsroyndirnar verða í mai, at tøkniligar avbjóðingar kortini eru, so eiga vit at steðga á í eitt ár við royndunum og síðan eftirmeta, hvat vit eiga at gera, heldur Regin Marnersson.
- Royndirnar á pappíri eru, at tær geva alt ov lítla brúkiliga vitan. Tær vóru í 6 ár á pappíri uttan at vit vistu, at tær vóru ov lættar; ikki fyrr enn royndirnar gjørdust talgildar, funnu vit út av, at royndirnar á øllum stigum í øllum lærugreinunum vóru ov lættar. Hetta sóu vit við, at allir karakterirnir hjá øllum skúlum lógu oman fyri miðal; liggja allir skúlar oman fyri miðal, er tað ikki miðal longur. Tá ið royndirnar gjørdust talgildar, sóu vit, at 80 prosent av næmingunum høvdu loyst royndina í náttúru og tøkni 80 prosent rætt eftir 50 prosent av tíðini. Nú tá royndirnar eru talgildar, ber til at tillaga tær, so tær verða stigvíst torførari.
Í tilmælinum, sum Próvstovan gjørdi í februar um framhaldandi talgilt royndarhald, verður sagt, at náttúra og tøkni framhaldandi eigur at verða lærugrein í landsroyndunum; orsøkin til, at hetta verður sagt, er, at í øðrum tilmæli, sum varð handað landsstýriskvinnuni í apríl í fjør um royndarúrslit, verður mælt til at strika náttúru og tøkni sum landsroyndarlærugrein. Regin Marnerssen hevur verið við til at skriva bæði tilmælini.
- Eftir mínum tykki eigur náttúra og tøkni ikki at verða strikað sum lærugrein í landsroyndunum í óðum verkum uttan at ein heildareftirmeting er gjørd. Tøkniligar avbjóðingar eiga ikki at vera orsøkin til, at náttúra og tøkni verða strikað.
Regin Marnersson heldur, at landsroyndirnar høvdu ligið best í byrjanini á 4. flokki og í byrjanini í 7. flokki. Lógu royndirnar tá, hevði náttúra og tøkni verið strikað sum landsroyndarlærugrein, tí næmingar fyrst fáa náttúru og tøkni sum lærugrein í 4. flokki, og náttúra og tøkni er ikki lærugrein í 7. flokki.
- Tú kanst ikki fara til roynd í náttúru og tøkni í september fjórða skúlaárið, tá ið tú kanska bara hevur havt náttúru og tøkni tvær ferðir. Fyrimunurin við at leggja royndirnar so tíðliga í skúlaárinum er, at tú sleppur undan tí vansanum, at skúlar venja næmingarnar ov nógv í tí, sum teir kunnu hugsast at koma upp í í landsroynd.
Samanlagt skipar Próvstovan fyri 109 elektroniskum og talgildum royndum um árið, stendur í tilmælinum frá februar. Av hesum eru tríggjar miseydnaðar fullkomiliga seinasta hálvttriðja árið, og avbjóðingar hava verið við á leið 10 øðrum. Síðan skift var til svar.fo, hava royndirnar hildnast væl sum heild, verður sagt. Arbeitt hevur støðugt verið við at hjálpa og vegleiða skúlunum, hvussu teir dagføra útgerð, linjusamband og eindir til næmingar.