Tíðindi

Landsroyndin skal ikki vera ein avskrift av PISA

Uppgávurnar í PISA kunnu virka sum íblástur til uppgávurnar í landsroyndunum, og ikki vera ein avskrift

01.03.2022

Í 2020 fór Próvstovan undir átakið at førleikamenna uppgávunevndirnar í landsroyndunum (og í próvtøkuuppgávunum). Hetta er í samljóði við tilmælini í PISA-frágreiðingunum. Tó er umráðandi at undirstrika, at ætlanin ikki er, at landsroyndin skal verða ein avskrift av PISA, men at uppgávurnar í PISA kunnu virka sum íblástur til uppgávurnar í landsroyndunum.

Á heysti 2020 varð eitt vistarskeið fyrireikað til uppgávunevndirnar, har toymið, sum gjørdi PISA-frágreiðingina 2018, varð biðið at kunna um PISA og uppgávurnar. Serliga varð dentur lagdur á uppgávurnar, sum eru á teimum hægstu stigunum, t.e. stig 4, 5 og 6, tí tað eru hesar uppgávur, sum hava volt næmingum størstu avbjóðingar. Víst varð á, hvørjar førleikar PISA leggur dent á í hesum uppgávum, og umrøtt varð, í hvønn mun vit kunnu brúka hetta í menningini av uppgávunum í landsroyndunum. Eftirmetingarnar av skeiðnum vístu, at skeiðið var væleydnað, og uppgávunevndirnar fegnaðust um at fáa nærlagda kunning um PISA.

Próvstovan hevur síðani fylgt upp upp á vistarskeiðið. Við íblástri úr Noregi (De Nationale Test) og PISA í ein ávísan mun er ein hugtakskarmur til hvørja lærugrein, sum er partur av landsroyndini, mentur. Hetta er gjørt fyri at gera tað lættari hjá uppgávunevndunum at hugsa stigvøkstin inn í uppgávugerðina. Ætlanin er at gera eina stigvísa menning av uppgávunum í landsroyndunum, soleiðis at broytingin ikki verður alt ov kollveltandi, men fer fram miðvíst.

Í tíðarskeiðnum 7. mars til 1. mai fara 9. floks næmingar aftur til PISA-kanning. PISA-kanningin var upprunaliga sett at verða í 2021, men orsakað av COVID-19 varð hon útsett til í ár.

Fyrsta PISA-kanningin var í 2000, og hon hevur verið hildin triðja hvørt ár síðan. Føroyar vóru fyrstu ferð við í 2006, og tað er sostatt sjeyndu ferð, at føroyskir næmingar taka lut í kanningini, telja vit undankanningina frá 2005 við.

Les alla greinina í Skúlablaðnum, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni