Tíðindi
15.06.2021
10. juni varð frágreiðingin send skúlunum og løgd á heimasíðuna hjá Próvstovuni. Í frágreiðingini eru miðalúrslitini viðgjørd, og ymsir myndlar verða vístir. Eins og frágreiðingin, sum kom út í november í fjør, verður í hesari gjørt nakað burtur úr viðgerðini av úrslitunum.
Í niðurstøðuni verður greitt frá tí arbeiði, sum verður gjørt framyvir. Sum nevnt varð í november, heldur arbeiðið at menna uppgávurnar fram, hetta verður gjørt saman við uppgávunevndunum.
Landsroyndarfrágreiðingin, saman við hagtølum, ið verða send skúlunum, eru amboð, ið skúlar brúka sum eftirmetingaramboð.
Tað ber til at lesa frágreiðingina her: Landsroyndarfragreidingin_2021.pdf (provstovan.fo)