Tíðindi
26.06.2024
Í ár eru 40 ár, síðan Torfinn Højgaard fekk prógv sum lærari á læraraskúlanum í Nørre Nissum. Í vár fór hann frá fyri aldur. Hetta drúgva skeiðið hevur hann arbeitt í fýra skúlum í Tórshavnar kommunu; tey síðstu nógvu árini í Skúlanum á Fløtum. Størsta broytingin, sum er hend hetta tíðarskeiðið, Torfinn hevur verið lærari, er sjálvur næmingurin, heldur hann.
- Tá ið eg byrjaði sum lærari, fekk eg ein flokk av næmingum, og tað var ein hópur, har tað ikki var áskynað, hvat hvør einstakur hevði brúk fyri. Í dag fær lærarin ein flokk av einstaklingum og eina lýsing av rættiliga nógvum teirra, har tað verður greitt frá ymiskum, sum lærarin og skúlin mugu hava fyrilit fyri. Óivað var ov lítið gjørt fyrr í tíðini við at tosa um serligan tørv, men veruleikin í skúlanum í dag er, at tað – eftir mínum tykki – er eksploderað við serligum tørvi og diagnosum. Lærarin og skúlin skulu hava øgiliga nógv fyrilit í øgiliga nógvum viðurskiftum, ikki bara tá ið talan er um næmingar, men eisini foreldur. Samskiftið við foreldur fyllir nógv meiri nú enn fyrr.
Eisini fakliga støðið og disiplinin hjá næmingum er nógv broytt síðstu 40-45 árini, heldur Torfinn Højgaard.
- Nógvir næmingar eru sera væl fyri fakliga, men bólkurin av næmingum, sum ikki eru so fakliga væl fyri, er størri enn fyrr. Í skúlanum, har eg havi arbeitt, býta vit næmingarnar sundur í grundstig, miðstig og hástig. Næmingarnir í grundstigi og miðstigi eru nógvir í tali, og talið er vaksandi. Helst er tað nógv, sum órógvar teir, displinin at ganga í skúla er verri í øllum førum, og tað ávirkar alt avrikið. Tá eg byrjaði sum lærari, komu næmingar við avbjóðingum serliga úr familjum, ið ikki vóru væl fyri í samfelagnum. Nú er hetta munandi broytt, soleiðis at vit í dag hava næmingar við avbjóðingum úr øllum samfelagsbólkum.
Torfinn Højgaard hevur fyri tað mesta undirvíst í hádeildini í føroyskum og samfelagsfrøði. Hann hevur eisini serútbúgving sum skúlavegleiðari og hevur arbeitt nógvar tímar sum skúlavegleiðari.
Les alla samrøðuna við Torfinn Højgaard í Skúlablað nr 3, 2024. Myndin er av Torfinn Højgaard og starvsfelagum á hátíðarløtuni í apríl í Skúlanum á Fløtum, tá ið hann fór frá fyri aldur.