Tíðindi

Lærarin eigur at taka á seg allar undirvísingaruppgávur

At vera lærari í dag samanborið við fyri ikki so mongum árum síðan kann ikki samanberast. Lærarin í dag skal vera til reiðar at undirvísa nýføroyingum í føroyskum sum annaðmál, at undirvísa í serflokkum og serskúlum og smáum bólkum uttan fyri vanliga flokkin.

15.08.2024

At undirvísa og arbeiða við næmingum í serflokkum, í smærri bólkum uttan fyri vanliga flokkin partar av skúladegnum og undirvísa í føroyskum sum annaðmál eru alt sera týðandi uppgávur, sum gerast vanligari og vanligari í fólkaskúlanum.

- Hesar uppgávurnar eru øðrvísi enn tann siðvanda undirvísingin, har lærarin er einsamallur framman fyri flokkinum. Vit mugu sum lærarar og skúli taka uppgávurnar á okkum. Sum við so nógvum øðrum, so krevur hetta nakrar skúlastjórar og lærarar at slóða fyri. Men tað er neyðugt, at hetta verður gjørt. Lærarafelagið brúkar væl av tíð at vísa myndugleikar á, at lærarin hevur góðar førleikar at taka hesar nýggju uppgávurnar á seg, men tað krevur eisini, at skúlarnir fáa umstøðurnar, og at lærararnir verða eftir- og serútbúnir at røkja uppgávurnar á fullgóðan hátt. Skúlarnir og lærararnir mugu stíga fram og taka hesa uppgávuna á seg, sum lærarin best kann røkja, tað er eingin loysn at flyta hesar uppgávur á aðrar fakbólkar, ið ikki hava førleikarnar ella eru útbúgvin at virka í fólkaskúlanum sum lærarin, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Formaðurin í Lærarafelagnum vísir á, at onnur enn lærarar verða settir til hesar uppgávurnar, eisini tá tað snýr seg um undirvísing.

- Tað hevur týdning, at lærarar taka allar skúlauppgávur uppgávurnar á seg, tí lærarar eru útbúnir at undirvísa og verða um børn og ung í fólkaskúlaaldri, og tað er góðari og væl tillagaðari undirvísing hesi børnini hava tørv á, har tað er tíð til at vera um næmingin og samstundis menna tey fakliga og persónliga. Í nógvum førum verður ein stuðul settur inn fyri ein lærara, bara tí at hann er ein bíligari loysn, og ikki eftir eini ítøkiligari meting av tørvinum hjá einstaka næminginum. Tað er ikki í lagi, tí næmingurin hevur rætt til serliga skipaða undirvísing, um tað t.d. er at vera í smærri bólkum ella at vera undirvístur av einum orðblindalærara ella serlærara.

Fólkaskúlalógin ásetur greitt, at tað eru útbúnir lærarar, ið undirvísa í fólkaskúlanum. Í § 35 er ásett: ”Til at kunna røkja undirvísingina í fólkaskúlanum skal viðkomandi hava lokið útbúgvingina sum fólkaskúlalærari á Føroya Læraraskúla, Fróðskaparsetri Føroya ella donskum læraraskúla sbr. stk. 2-5 ella aðra læraraútbúgving á sama støði, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.”

- Hóast hetta, so er talið av stuðlum í fólkaskúlanum vaksið, og fleiri av teimum verða settir at undirvísa einstøkum næmingum og at lesa við teimum, tá næmingurin hevur tørv á at fáa t.d. ein orðblindalærara at lesa við sær. Hetta er brot á fólkaskúlalógina og kunngerðina um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul, og hetta er eingin hjálp hjá næminginum, ið hevur tørv á og hevur rætt til at vera undirvístur av einum serútbúnum lærara.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni