Tíðindi

Kyn í útbúgving

- Hvat hava kyn, kynsfatan og lønarlag at siga fyri, hvørjar útbúgvingar kvinnur og menn velja? Eru valini siðbundin, ella eru broytingar at hóma í útbúgvingarmynstrinum? Og hví velja vit, sum vit velja?

09.03.2022

Í faldaranum Øll telja við, sum Hagstova Føroya gav út í 2013, eftir at fólkateljing hevði verið í Føroyum, sæst, at útbúgvingarmynstrið hevur verið fyri stórari broyting seinastu árini. Har sæst, at millum tey í aldursbólkinum 70+, sum hava hægri útbúgving, er býtið 22 % kvinnur og 78 % menn. Longri niður í aldri tú fert, meira flatar kurvan út, og meira javnvág verður millum kyn og hægri útbúgving. Tað er tí áhugavert at síggja talvu frá studni.fo, sum hevur tølini fyri lesandi á miðnámsskúlum í Føroyum frá 2004 til 2020. Talvan vísir greitt, at talið av kvinnum á miðnámi økist alsamt, til tað nú eru 408 fleiri kvinnur enn menn, sum lesa miðnám.

Talið av kvinnum, sum søkja inn á hægri útbúgvingar, økist, og tað hevur tað gjørt tey seinastu 20 árini.

Seinastu tølini frá skúlaársbyrjan 2020 vísa, at á yrkisrættaðum námi, eru menn í yvirtali. Har er talið 408 menn og 163 kvinnur. Tað sama er galdandi fyri útbúgvingar á Vinnuháskúlanum og Sjónámi, har 205 menn og 5 kvinnur lesa.

Á gymnasialum námi, bachelor og masterstigi, harafturímóti, eru kvinnurnar í yvirvág. 1001 kvinnur og 614 menn á gymnasialum námi, 521 kvinnur og 255 menn á bachelorstigi og 122 kvinnur og 48 menn á masterstigi.

Miðnámsskúlar við ymsum breytum eru í Tórshavn, Klaksvík, Kambsdali, Vestmanna og Hovi, og sjóvinnuútbúgvingar kunnu takast í Tórshavn og Klaksvík. Tølini mugu tí takast við einum sindri av fyrivarni, tí at tað er nærum ógjørligt at fáa neyv tøl á einum stað, tú noyðist at venda tær til Per og Pól fyri at fáa eitt yvirlit, men burtursæð frá tí, so gevur hetta eina góða mynd av, hvussu støðan er í Føroyum, bæði viðvíkjandi teimum, ið velja sær miðnáms- og hægri útbúgvingar, og eisini talinum á fólki, sum velja sær útbúgvingar grundað á, hvat kyn tey eru.

Útbúgvingarval á yrkisrættaðum námi

Á yrkisrættaðum námi og til sjóvinnuútbúgvingar eru menn ikki bara fleiri í tali enn kvinnur, men teir velja siðbundin fak, sum altíð hava hoyrt til teirra arbeiðsøki. Teir velja seg inn á bilbreyt, elbreyt, metalbreyt, timburbreyt, og á sjóvinnuøkinum lesa teir til skipara, skipsførara, skipsatstøðing og maskinmeistara. Einasta breyt, har bæði kynini eru javnt umboðað, eru FHS og matvørubreyt. Ein møgulig frágreiðing um, hví menn velja seg inn á matvørubreyt, er helst tann, at alt fleiri menn vilja gerast kokkar á matstovum, tað gevur prestisju, hóast tað ofta er ósamsvar millum løn og ólagaligu arbeiðstíðirnar.

Kvinnurnar velja eisini stak siðbundið, tær velja hárbreyt, klædnaástøðibreyt og tilvirkisástøðibreyt. Á heilsuøkinum eru næstan bara kvinnur, ið læra til heilsuhjálparar og heilsurøktarar, og bara kvinnur læra til námsfrøðihjálparar. Uttan so at tú verður kend hárfríðkanarkvinna ella sniðgevi, so eru størvini ikki hálønt; tó er tað ongin ivi er um, at tað er tiltalandi fyri kvinnur at kunnu arbeiða sjálvstøðugt sum sniðgevar og frisørar.

Felags fyri bæði kyn, tá ið um ræður útbúgvingarval, er, at tey vága sær ikki inn á økið hjá hvørjum øðrum, níggju kvinnur hava valt seg inn á eitt siðbundið mansfak (bilbreyt, elbreyt, metalbreyt, timburbreyt), meðan tríggir menn hava valt seg inn á eitt siðbundið kvinnufak (heilsurøktari, klædnaástøðibreyt).

Gymnasialt nám

Tá vit koma inn á gymnasialt nám, er støðan ein heilt onnur, tí her dominera kvinnurnar næstan á øllum økjum. Um vit taka tær tríggjar høvuðsbreytirnar: náttúrubreyt, hugbreyt og búskaparbreyt, so eru kvinnurnar nógv tær flestu á bæði náttúru- og hugbreyt, meðan menn eru nakrir fleiri á búskaparbreyt, men tilsamans er prosenttalið av kvinnum á hesum trimum breytunum 62,3 og av monnum 37,7 %. Her er vert at leggja sær í geyma, at kynsbýtið er skeivt, um tað er minni enn 25 % av øðrum kyninum ella meira enn 75 % av øðrum kyninum.

Tað er sjálvsagt týdningarmeiri hjá kvinnum enn monnum at fáa eina miðnámsútbúgving, tí kvinnur hava størri møguleika enn menn at enda við púra ongum vinnuførleika. Tað er kanska eisini tí, at nógv fleiri kvinnur enn menn eru á fyrireikingarbreyt (111 kvinnur og 44 menn), sum er ein tvey ára útbúgving til teirra, sum hava havt ein steðg, og sum vilja seta seg aftur á skúlabonk.

Camilla Gregersen, sum er forkvinna í Dansk Magisterforening, sigur:

"Man har tit kun fokus på at få flere kvinder ind på STEM-fagene, men vi skal også se på nogle af de humanistiske fag, som mange mænd fravælger. Vi skal anskue det her holistisk i stedet for kun at kigge på enkelte fag, så vi kan besvare spørgsmålet: Hvordan i alverden kan det være, at vores uddannelsesvalg er so kønnet?"

Setrið

Júst sami tendensur sæst aftur á Setrinum, har kvinnurnar eisini her hava munin. Umleið tvær ferðir so nógvar kvinnur sum menn lesa BA og MA á Setrinum. Fyrst og fremst er orsøkin helst tann, at á BA-stigi eru tær tríggjar útbúgvingarnar námsfrøði (151 kvinnur og 21 menn), fólkaskúlalærari (93 kvinnur og 45 menn) og sjúkrarøktarfrøði (133 kvinnur og ongin maður). Aftur her ger siðbundið val seg galdandi, hóast tað satt at siga er nokk so lítil munur á kvinnum og monnum í hinum fakunum, burtursæð frá KT-verkfrøði, har menn hava munin, og mýlalívsvísindi og fólkaheilsa, har kvinnurnar hava munin.

Tendensurin sær út til at vera, at kvinnurnar taka seg meira og meira inn á øll lestrarøki (undantikið KT-verkfrøði), meðan menninir ikki í nóg stóran mun halda seg til at taka eina hægri útbúgving. Tað er væl í samsvari við kanningar í Danmark, sum vísa, at dupult so nógvir menn, sum kvinnur fáa onga hægri útbúgving.

STEM og HEED

Vanligt er at býta lestrarøkini upp í náttúru- og hugvísindaligar útbúgvingar. Tær fyrru STEM, sum standa fyri náttúruvísindaligar, tekniskar og verkfrøðiligar og støddfrøðiligar útbúgvingar, tær seinnu HEED, sum standa fyri hugvísindarligar, heilsu- og umsorganarligar útbúgvingar.

Sambært Studna vóru 1115 kvinnur og 862 menn skrásett at vera lesandi á lærustovni í Føroyum og uttanlands 2018/19. Menninir á sjóvinnu, tøkni- og náttúruvísindaliga økinum og kvinnur á samfelagsvísindaliga, hugvísindaliga, heilsu- og umsorganarøkinum. Tað skal ikki stórt hugflog til at ímynda sær, at størvini, sum fara at standa hesum í boði, fara at liggja í hvør sínum lønarlagi. Kvinnurnar fara at arbeiða á almenna arbeiðsmarknaðinum bæði fyri lægri løn og við lægri setanarbroti, meðan menninir fara at arbeiða í privatu vinnuni í fulltíðarstørvum og fyri nógv hægri lønir.

Støðan er enn soleiðis í Føroyum, at vit velja siðbundið, men kortini dugi eg at síggja, at okkurt er við at henda við kvinnunum, ikki bara eru tær fleiri í tali bæði á gymnasialum námi og á Setrinum, men tær eru eisini við at flyta seg inn á tey vanligu maskulinu økini. Tað eru helst ávísar orsøkir til, at tær ikki eisini eru farnar meira inn á sjóvinnuøkið; tó skal sigast, at tær t.d. eru í meiriluta á tilfeingisbreytini í Vestmanna, har dentur verður lagdur á at geva teimum lesandi eina fjøltáttaða útbúgving innan náttúru og tilfeingi í føroysku náttúruni. Tað, sum tó kanska er øðrvísi við tilfeingisbreytini í Vestmanna samanborið við eina útbúgving á Vinnuháskúlanum ella Sjónámi, er helst, at kvinnurnar ikki neyðturviliga skulu út at sigla, tí enn er tað soleiðis vorðið, at kvinnur í barnsburðaraldri ikki eru líka flytførar sum menn í longri tíðarskeið.

Avleiðingar

Tað, sum hendir, tá ið útbúgvingarval eru so siðbundin og ikki broytast ella broytast seint, er, at vit fáa ein kynsuppbýttan arbeiðsmarknað í Føroyum, og tað hava vit havt, síðan fólk fóru út at arbeiða fyri løn. Fyri kvinnurnar merkir tað, at tær flestu starvast innan fyri almannaøkið og eru í lægri lønarbólkum; tær arbeiða niðursetta tíð, av tí at tær antin ikki sleppa upp í fulla tíð ella vilja ikki upp í fulla tíð, umframt at fáir møguleikar eru fyri uppstigan. Menn arbeiða í privatu vinnuni og hava tilsamans dupult so stóra inntøku sum kvinnur, umframt at teir hava nógv fleiri møguleikar fyri at útbúgva seg til ein hægri lønarflokk.

Flestu kanningar á arbeiðsmarknaðinum vísa eisini á, at tað eru fyrimunir hjá vinnuni at hava bæði kyn í arbeiði; tað gevur heilt onnur og øðrvísi inputt á arbeiðsmarknaðinum, innovatiónin økist og ger, at úrtøkan økist. Hetta hava fleiri arbeiðsmarknaðarkanningar víst á ferð eftir ferð.

"Hvad enten kvinder eller mænd klumper sig sammen, så er det et stort problem, for vi har brug for begge køn på alle uddannelser. Der er brug for alle typer af diversitet, herunder ikke mindst kønsmæssige, hvis vi skal have stærke faglige miljøer, fordi det bidrager til, at flere perspektiver kommer i spil. Vi ved også, at arbejdsmiljø og innovation påvirkes positivt af diversitet. Det kan vi kun få, hvis der er diversitet på uddannelserne." (Stina Vrang Elias, stjóri í Tænketanken DEA)

Tað kundi hugsast, at um menn fóru inn á tey siðbundnu kvinnuøkini á arbeiðsmarknaðinum, so hækkaði lønin av tí einføldu orsøk, at tað tá verður roknað sum virðismikið arbeiði. Í tilviti okkara røkja kvinnur á mangan hátt framvegis sama arbeiði uttan fyri heimið sum heima við hús, og tað verður framvegis ikki roknað sum líka nógv vert sum "rættiligt" arbeiði.

Tað er haraftrat ein samfelagsligur trupulleiki, at talið av monnum í útbúgving fækkast. Kanningar vísa greiðan samanhang millum útbúgving og heilsu og trivnað hjá monnum, umframt at samfelagið kemur at líða undir, at menn hava tørv á fleiri sosialum veitingum.

Orsøkir til siðbundið val

Orsøkirnar til vanabundin val eru av tveimum sløgum. Tær eru av persónligum ávum, umframt at tær eru avleiðing av einum strukturi í samfelagnum, sum ger, at annað kynið ikki kennir seg at hava atgongd til ávísar útbúgvingar.

Tað er ikki neyðugt at blíva við at ávísa, at lívfrøðin ongan mun sær á heilakapasitetinum hjá monnum og kvinnum. Kvinnur og menn eru før fyri at lesa bæði STEM- og HEER útbúgvingar. Tað, sum kann vera ein orsøk til, at tað framvegis verður hildið at vera munur á kynunum, er ein stívrend vanahugsan ella ein forbronglað fatan av, hvat hvørt einstakt kyn er best skikkað til. Hetta er nakað, sum ótilvitað verður lagt í okkum frá føðing og allan uppvøksturin.

Ein orsøk kann eisini vera, at tú velur tað, tú kennir frammanundan, tað, sum tú kennir teg mest trygga við, ella har tú veitst, at tú fert at koma saman við líkastillaðum í arbeiðinum. Tað er eisini størri møguleikar hjá kvinnum at fáa starv úti á bygd sum námsfrøðingar, heilsuhjálparar og sjúkrarøktarfrøðingar enn at fáa eitt starv í privatari vinnu.

Tað er eisini trupult at bróta frá tí, sum verður væntað av tær sum kvinna ella maður. Ein øðrvísi lívsleið sum skipari antin á báti ella flogfari, ella sum maður sum sjúkrarøktarfrøðingur, verður sligið upp sum ein sensastión. Tað er bara at lesa greinir í bløðum, har ung verða spurd, hví tey hava valt hesa ella hasa útbúgvingina, sum ikki er vanlig fyri teirra kyn. Tey noyðast at grundgeva og verja síni sjónarmið, og hví tey hava valt, sum tey gera. Ung kenna seg kanska útstillað og øðrvísi, og teirra kyn kemur í fokus, heldur enn at bera valið fram sum nakað púra natúrligt.

Tá ið tað ræður um samfelagsstrukturar, so hevur slíkt sum løn, uppstigan, flytføri og ábyrgd av børnum nógv at siga fyri, hvørja útbúgving tú velur tær.

Í einum landi, har fiskivinna er høvuðsvinna, er ikki løgið, at menn hava fingið leiklutin sum forsyrgjarar og hava hann enn í ein vissan mun. Haraftrat ger hetta at sigla tað nokk so ógjørligt hjá kvinnum at velja útbúgvingar í sjóvinnu, sum ger, at tær noyðast at vera burtur frá heiminum í langa tíð; tær hava enn høvuðsábyrgdina av børnunum og dagliga arbeiðinum heima við hús, og hetta setir eyðsýndar forðingar fyri, at kvinnur velja sær slíkar útbúgvingar. Hinvegin sigur tað seg næstan sjálvt, at menn ikki glaðbeintir velja sær siðbundnar útbúgvingar innan heilsu og umsorgan. Hetta eru strævin og láglønt størv, sum menn ongan hug hava at velja sær. Hinvegin, so eru ávís fak, har tað er lættari at lokka bæði kyn at sær; tað sæst í tølum, at kvinnur nú søkja inn á læknafrøði, sálarfrøði og løgfrøði, har lønin tykist meira attraktiv.

Í einum samfelag er tað av avgerandi týdningi, at allir borgarar eru væl útbúnir; tað kann skapa fólki einar tryggar liviumstøður, har tú kanst lívbjarga tær væl og virðiliga við tínum arbeiði, men tað tryggjar eisini framgongd í samfelagnum; tað tryggjar, at vit kunnu hugsa kreativt og finna upp á loysnir innan vinnu og grøna framtíð til dømis, og tað tryggjar í seinasta enda, at vit fáa búskaparligan framburð.

Í 2018 var gjørt eitt stórt arbeiði í Almannamálaráðnum, sum endaði við einum áliti: Javnstøðupolitikkur – tí tað loysir seg, einum aðalorðaskifti á tingi og einari virkisætlan um, hvussu farast skuldi fram, m.a. fyri at sleppa undan tí kynsuppbýtta arbeiðsmarknaðinum. Í einari niðurstøðu sigur Almannamálaráðið:

"Skal horisontala kynsbýtið á arbeiðsmarknaðinum broytast, er hetta ein uppgáva, sum skal loysast bæði í útbúgvingarskipanini, á hægri lærustovnum og á arbeiðsmarknaðinum. Harafturat er tað umráðandi, at børn kenna á sær, at tey kunnu velja yrkisleið frá eini breiðari viftu av møguleikum, og ikki verða stýrd av einstáttaðum hugsunarhátti um, hvørja yrkisleið menn og kvinnur eiga ella ynskja at hava."

Eg vildi haraftrat mett, at hyggjast má eisini at uppalingarmynstrum, ábyrgdini av heiminum og barsilskipanini. Men higartil er lítið og einki komið burtur úr dreyminum um broyting.

Skrivað hevur Marna Jacobsen, fyrrverandi forkvinna í Demokratia; nú nevndarlimur umboðandi Kvinnufelagasamskipan Føroya. Greinin stendur í Skúlablað nr 6, 2021.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni